Mynd: KvF
Nýggjur portalur á hundrað ára degnum
Í vóru 100 ár liðin síðani Niels Juel Arge var føddur.
Í tí sambandi hava eftirkomarar hansara tikið stig til at savna rúgvismikla tilfarið, hann legði úr hondum sum útvarpsmaður og rithøvundur, á nýggja talgilda pallin www.nielsjuel.fo.
Nýggi portalurin varð lagdur fram í Smæruni í gjár, har portalurin eisini varð gjørdur virkin.
Greitt varð frá hugmyndini um savnið www.nielsjuel.fo. Millum annað vóru dømi tikin fram um, hvussu portalurin kann brúkast. Um so talan er um bøkur, ljóðbøkur, sendingar, myndir ella annað keldutilfar.