Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur leiðari fyri Infrakervi á Landsverki

STARV: Landsverk hevur í dag sett  Armgarð E. Steinhólm í starv sum deildarleiðara fyri Infrakervi. 

Síðani Heini Eysturoy fór úr starvinum sum deildarleiðari fyri Infrakervi 1. juni í fjør, hava tey bæði Armgarð E. Steinhólm, planleiðari, og Mikkel H. Frandsen, rakstrarleiðari, fyribils tikið sær av at røkja leiðsluuppgávuna á deildini. 

Herfyri søkti stovnurin alment eftir leiðara til deildina. Seks umsóknir komu inn, og setanarbólkurin hevur í dag kunngjørt, at tað er 48 ára gamla Armgarð E. Steinhólm, sum er sett í starvið. 

Armgarð E. Steinhólm, ið er útbúgvin sivilverkfrøðingur frá DTU, byrjaði sum verkfrøðingur á Vegadeildini á Landsverki í 2005. Í 2007 gjørdist hon leiðari fyri Ferðsludeplinum á Vegadeildini, og seinastu árini hevur hon verið planleiðari á deildini fyri Infrakervi. 

Nýggi leiðarin fyri Infrakervi gleðir seg til at fara undir nýggju avbjóðingarnar.

- Eg haldi Landsverk vera eitt spennandi arbeiðspláss við dugnaligum starvsfólkum. Her eru nógvar viðkomandi uppgávur, bæði størri og smærri, ið síggjast aftur í samfelagnum. Vit gera mun í gerandisdegnum hjá sera nógvum fólkum, sigur Armgarð E. Steinhólm.

Armgarð E. Steinhólm byrjar í leiðarastarvinum 1. mai.