Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur leiðari fyri byggideildina á Landsverki

Eftir at Høgni Setberg, sum seinastu tíðina hevur verið leiðari á byggideildini hjá Landsverki, valdi at flyta aftur til USA, hevur Landsverk sett nýggjan leiðara fyri hesa deildina. Talan er 39 ára gamla Mikael Viderø, sum hevur drúgvar royndir frá byggivinnuni, eftir at hava verið býararkitektur í Havn síðani 2003.

Eitt skifti í hesum tíðarskeiðinum røkti Mikael Viderø eisini starvið sum tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu. Umframt kommunalum byggiverkætlanum hevur Mikael Viderø millum annað havt ábyrgdina av býarskipanini, byggimálsviðgerð, lendisviðurskiftum og húsaumsitingini.

Nýggi leiðarin fyri byggideildina á Landsverki gleðir seg til at koma í gongd við nýggju avbjóðingarnar.

- Fyri mær stendur Landsverk sum eitt arbeiðspláss, ið hevur eina rúgvu av spennandi avbjóðingum og uppgávum, sum eg kann tilføra nakað við mínum royndum og sjónarmiðjum, sigur Mikael Viderø.

Hann vísir á, at tað arbeiða nógv dugnalig fólk á stovninum og ivast ikki í, at tað er eitt spennandi lið av arkitektum, verkfrøðingum, byggifrøðingum og øðrum starvsfólkum, sum hann kemur at standa á odda fyri.

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, fegnast um at hava fingið ein dugaligan leiðara við nógvum góðum royndum til byggideildina.

- Vit hava í løtuni stórar avbjóðingar innan byggiøkið. Millum annað Skúladepilin við Marknagil, Landssjúkrahúsið og aðrar størri og minni verkætlanir. Tí var tað týdningarmikið fyri stovnin at fáa ein persón við hollum royndum til júst hetta starvið, sigur stjórin á Landsverk.

Mikael Viderø byrjaði í starvinum 2. juli.