Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur leiðari á framleiðsludeildini

STARV: Frá árskiftinum verður gjørd ein umskipan av leiðsluni á Landsverki, soleiðis at verandi leiðari á framleiðsludeildini, Torkil Olsen, verður settur í verkætlanartoymið til Skúladepilin við Marknagil, meðan verandi rakstrarleiðari, Mikkel Heidi Frandsen, verður nýggjur leiðari á framleiðsludeildini.

Broytingar verða gjørdar í leiðsluni á Landsverki frá árskiftinum, tá Mikkel Heide Frandsen, sum seinastu tvey árini hevur verið rakstrarleiðari á deildini fyri infrakervi, tekur við sum leiðari á framleiðsludeildini. Verandi leiðari á framleiðsludeildini, Torkil Olsen, kom í starv á Landsverki í 2001, og hevur verið leiðari síðani 2006. Hann fer nú í nýtt starv á verkætlanartoyminum fyri stóru verkætlanina við Marknagil, har spakin eftir ætlan verður um stutta tíð.

Nýggi leiðarin á framleiðsludeildin er útbúgvin sivilverkfrøðingur á universitetinum í Ålborg í 1998. Áðrenn 39 ára gamli Mikkel Heide Frandsen kom á Landsverk í 2007, starvaðist hann fyrst fýra ár í Århus kommunu, har hann arbeiddi við ferðsluplanlegging, og síðani fýra ár sum leiðari fyri býarplanleggin í Nuuk kommunu.

Høvuðsuppgávan hjá framleiðsludeildini er at framleiða og selja skotið og knúst grót, skildan og óskildan skerv og asfaltblandingar til kommunur, virkir, einstaklingar og egna nýtslu. Eisini verða jarðfrøðiligar forkanningar gjørdar í sambandi við eitt nú tunnilsgerðir, vatnorkuútbyggingar og annað.

Í sambandi við umskipanina av størvunum á Landsverki verður í næstum søkt eftir nýggjum rakstrarleiðara til deildina fyri Infrakervi.