Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur kunnandi filmur um føroyska fiskivinnu

Føroyar eru aftur í ár umboðaðar á heimsins størstu fiskivinnustevnu European Seafood Exposition (ESE), sum verður í Brússel í Belgia í døgunum 23. – 25. apríl, og á messuni í ár verður ein spildurnýggjur filmur um føroyska fiskivinnu frumsýndur. Hetta hendir á tiltakinum “Fresh from the Faroes”, sum verður á føroyska básinum mikudagin 24. apríl.

Tað er stjórin á Fiskamarknaði Føroya, Jens Christian Olsen, ið hevur tikið stig til at gera filmin, sum síðani er vorðin til í tøttum samstarvi við Føroya Ráfiskakeyparafelag og Føroya Ráfiskaseljarafelag.

“Tað er jú sera avmarkað við formligum altjóða góðkenningum sum til dømis MSC, tá tað snýr seg um føroyska fiskivinnu, og á undanfarnum ESE-messum eri eg ofta spurdur um, hvat vit so hava at vísa á í staðin. Men eg havi ikki havt nakað ítøkiligt at víst teimum. Tað hava vit nú við hesum filminum”, sigur Jens Christian Olsen.

Filmurin, sum ber enska heitið “Faroe Islands Responsible Fisheries”, sigur frá føroyskari fiskivinnu, hvussu hon er regulerað við atliti til stovnsrøkt og havumhvørvi, og ikki minst hvussu føroyingar í tøttum samspæli við náttúruna gjøgnum øldir hava lært at brúka hana og hennara ríkidømi við skili.

Ella sum tað verður sagt um føroyska fólkið í filminum:

“Eitt fólk, sum hevur tað íborið at vita, at náttúran er livandi. At hon hevnir seg og verður lívssør, um hon verður eyðrænd. Eitt fólk, sum veit, at tað missir alt, um tað ikki hvønn dag ansar eftir og verjir sítt havtilfeingi.”

Tað er Kovboyfilm við Thomasi Koba handan upptøkutólið, sum hevur tikið upp og framleitt filmin, og Ingolf S. Olsen, journalistur, hevur skrivað føroyska frumhandritið.

Filmurin er serliga ætlaður marknaðunum fyri føroyskum fiski og fiskavørum og er tí fyrst gjørdur í enskari, týskari, spanskari, italskari, franskari og kinesiskari útgávu.

Føroyska útgávan væntast at verða liðug í næstum.

Umframt høvuðsfilmin, sum er umleið 20 minuttir til longdar, eru tvær styttri útgávur gjørdar. Hesir styttru filmarnir eru samankók av tí langa.** Filmirnir kunnu síggjast á hesi heimasíðuni, ið er gjørd til verkætlanina: www.firf.org