Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur kringvarpsstjóri

Tíðindaskriv frá kringvarpsstýrinum:

Dia Midjord er settur sum stjóri fyri Kringvarp Føroya komandi 5 árini.

Dia Midjord, sum er 45 ár, hevur journalistútbúgving og masterútbúgving í ítróttarleiðslu. Hann hevur í 11 ár starvast sum journalist Kringvarpinum, og verið limur í kringvarpsstýrinum í 4 ár. Í eitt tíðarskeið var Dia eisini redaktiónsleiðari á útvarpstíðindadeildini.

Dia tekur formliga við starvinum sum kringvarpsstjóri 1. august, tá ið Annika Mittún Jacobsen fer í annað starv.

Umframt fyrisitingarligu uppgávurnar og dagligu programmábyrgdina kemur nýggi stjórin at arbeiða miðvíst við at savna starvsfólkið og fáa sum mest burtur úr tilfeinginum, sum kringvarpið hevur at ráða yvir.