Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hallur Davidsen og Jógvan Arge

NÝGGJUR KIRKJUGARÐUR Í KALDBAK

Sáttmáli at gera nýggjan kirkjugarð í Kaldbak er nú undirskrivaður. Kirkjugarðurin verður eftir ætlan klárur at taka í nýtslu á sumri 2014.

Longu miðskeiðis í hálvfemsunum byrjaði at verða plásstrot í verandi kirkjugarði í Kaldbak. Og í dag er bert hitt eina plássið eftir í kirkjugarðinum. Tað var tí ein fegin Jógvan Arge, virkandi borgarstjóri, ið skrivaði undir sáttmála við Sp/f við Sjógv. Felagið stendur fyri arbeiðinum at gera nýggja kirkjugarðin.

-Vit fegnast um, at vit eru komin hartil, at nýggjur kirkjugarður verður gjørdur í Kaldbak. Tað eru nakað nógv ár síðani, málið varð reist. Tí fegnist eg um, at farið verður undir arbeiðið, sigur Jógvan Arge.

Lendið til nýggja kirkjugarðin var fingið til vega í fjør. Og tá tók arbeiðið at víðka um talið á plássum dik á seg.

Pláss er fyri 66 grøvum í nýggja kirkjugarðurin, ið kostar slakar 3 milliónir krónur at gera. Haraftrat er møguleiki fyri at víðka økið seinni, um tørvur verður á tí.

Á myndini: Hallur Davidsen og Jógvan Arge