Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur formaður í stýrinum fyri Listasavn Føroya

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur gjørt av at velja Niels Christian Nolsøe, sum formann í stýrinum fyri Listasavn Føroya.

Stýrið fyri Listasavn Føroya er mannað við fýra limum, og landsstýrismaðurin í mentamálum velur formannin í stýrinum. Harumframt velur Tórshavnar Kommuna ein lim, Føroysk Myndlistafólk ein lim, og Listafelag Føroya ein lim. Stýrið verður valt fyri eitt fýra ára skeið.

Sambært viðtøkunum fyri Listasavn Føroya er stýrið fyri Listasavnið frá 1. apríl 2013 til 31. mars 2017 soleiðis mannað:

Niels Chr. Nolsøe formaður, valdur av Mentamálaráðnum

Helena Dam á Neystabø, vald av Tórshavnar Býráð

Árni Winther, valdur av Listafelag Føroya

Sigrun G. Niclasen, vald av Myndlistafelagnum

Niels Chr. Nolsøe er nývaldur. Hann er valdur fyri Martin Næs, sum hevur verið formaður seinastu fýra árini. Helena Dam á Neystabø er eisini nývald. Hon er vald fyri Jógvan Arge, sum hevur sitið í stýrinum seinastu fýra árini. Árni Winther og Sigrun G. Niclasen eru afturvald.