Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur fiskivinnupolitikkur í ES

ES fer ætlandi at umskipa fiskivinnupolitikkin hjá samveldinum komandi árini Um upprunaliga ætlanin verður sett í verk, verður talan um stórar broytingar í umsitingini av fiskatilfeinginum. Nakrar av mest týðandi broytingunum eru hesar:

MSY-meginreglan

Ætlanin hjá ES-kommissiónin er, at meginreglan um mest varandi úrtøku (MSY) skal nýtast í øllum fiskiskapi. Talan verður um eina munandi broyting, tí í løtuni eru uml. ¾ av øllum fiskastovnum í ES merktir av ovurfisking, í mun til uml. ¼ í miðal í heiminum.

Forboð móti útblaking

ES-Kommissionin ætlar, at bann skal setast móti útblaking av fiski, sum skal setast í gildi stigvíst í tíðarskeiðnum 2014-2016. Fyri at minka um teir trupulleikar, sum eitt slíkt forboð kann geva einstaka fiskifarinum, ætlar kommissiónin eisini at seta tiltøk í verk fyri at minka um óynskta veiðu (t.d. ov nógva hjáveiðu ella veiðu av ungfiski.) M.a ætlar ES-kommissiónin, at fígging skal latast til at menna meira selektivar veiðihættir, sum kunnu minka um hjáveiðuna í fiskiskapinum eftir einum fiskaslagi. Eisini ætlar kommissiónin, at økt umsetiligheit av fiskirættindum skal gera tað lættari at keypa ella býta seg til tær kvotur, sum tørvur er á.

ES-kommissiónin ætlar eisini at seta krav um, at fiskiførini skulu verða útgjørd við tøkni, sum ger tað lættari at hava eftirlit við, at forboðið móti útblaking verður fylgt. Eitt nú elektroniska logbók, myndatól umborð, satellit. Eisini kann avmarkað søla av hjáveiðu fara fram, so fiskiførini so vítt møguligt verða hildin skaðaleys fyri tann eyka kostnaðin av at føra fiskin til lands.

Uppbýti í regiónir

Fyri at sleppa undan, at hvør smálutur í fiskiskapunum í ymisku ES-økjunum verður stýrdur sentralt, ætlar ES, at fiskivinnupolitikkurin í størri mun skal vera stýrdur regionalt. Ætlanin er eisini, at hetta skal viðføra, at tað í størri mun verður tikið atlit til tey serligu viðurskiftini, sum eru galdandi í einstøku regiónunum.

Umsetilig veiðirættindi

Eftir ætlan skulu øll limlond í ES seta í verk umsetilig veiðurættindi frá 2014 og frameftir. Limalondini skulu tó fylgja ávísum meginreglum, tá henda skipan verður sett í verk. Talan skal vera um avmarkað áramál, tó at atlit eisini skal takast til stabilitetin í vinnuni. Harumframt eru tað bert eru eigarar av fiskiførum, sum kunnu keypa veiðirættindi, tó at hesi veiðurættindi skulu takast frá rættindahavaranum um hesin groft hevur forbrotið seg móti treytinum í loyvinum. Endiliga skulu limalondini eisini oyramerkja part av veiðirættindinum til nýggjar aktørar, sum ætla sær inn í fiskivinnuna.

Uppskotið til reform av fiskivinnupolitikkinum í ES er í løtuni í viðgerð í ES-skipanini, og tí kunnu broytingar verða gjørdar í mun til uppskotið. Næsta týðandi stig í viðgerðini verður, at ES-parlamentið ger sína niðurstøðu í málinum. Væntandi verður hetta í januar 2013.