Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur ferðavinnufaldari, ið setur náttúru, fólk og mentan í miðdepilin

VisitFaroeIslands/Uttanríkisráðið hevur gjørt nýggjan ferðavinnufaldara. Í útbjóðingartilfarinum til uppgávuna var dentur lagdur á, at útgangsstøði skuldi takast í frágreiðingini hjá Simon Anholt um kappingarsamleika Føroya.

Ein av størstu avbjóðingum hjá Føroyum er, at fólk ikki vita, at vit eru til. Sambært Anholt eiga vit tí at spyrja okkum sjálvi, hvat føroyingar hava fram um onnur. Svarið er einfalt sigur hann - føroyska nátturan er gimsteinurin í føroysku krúnuni. Anholt ávarar tó um bert at vísa deyð støð sum bygningar, minnisvarðar og landsløg, tí tað sum fólk av sonnum dáma, er at síggja og hoyra um onnur fólk.Samstundis vísa afturmeldingar frá ferðafólkum, at tað sum hugtekur tey mest er okkara náttúra og mentan.

Við hesum í huga setir nýggi faldarin náttúruna, fólkið og okkara mentan í miðdepilin. 

Í faldaranum vera fólk, sum á ymsan hátt gera vart við seg uttanlands á mentunarøkinum, avmyndaði á náttúruvøkrum støðum í Føroyum, ið vanliga verða brúkt at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál, t.d. Saksun, Gásadal og Tjørnuvík. 

Á henda hátt verða Føroyar lýstar sum eitt náttúruvakurt stað við ríkari mentan og livandi fólkalívi.

Nýggi faldarin verður fyrstu ferð vístur fram á ferðavinnumessuni Vestnorden Travel Mart, sum byrjar týsdagin 13 sept. Tað er samskiftisfyritøkan Sansir, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.