Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur dagstovnur í Eysturbýnum

Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at byggja dagstovnin Birkilund við Hoyvíksvegin av nýggjum. Stovnurin er so illa farin, at børnini eru farin úr honum í onnur høli at vera, til nýggjur stovnur er tøkur.

Ásannandi, at tað loysir seg ikki at umvæla núverandi bygningin, sum er fongdur við blámusoppi og hevur onnur brek, samtykti býráðið eftir uppskoti frá mentamálanevndini at taka hann burtur og byggja nýtt á sama grundstykki yvir av Hoyvíkstjørn.

Játtaðar vórðu 3 mió kr til at fyrireika byggiverkætlanina.

Somuleiðis samtykti býráðið, at peningur verður settur av á fíggjarætlanunum 2013 og 2014 til sjálva byggingina.

Í bygginevnd valdi býráðið Jógvan Arge og Jan Christiansen. Borgarstjórin tilnevnir hinar limirnar og farið verður til verka sum skjótast.

---