Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur bygningur undir Bryggjubakka

Hugnaliga økið undir Bryggjubakka í Vágsbotni fær skjótt nýggjan bygning. Virksemið á kaihæddini verður útvent og fer at skapa enn meira lív í økinum.

Gamli blái bygningurin hjá Bátafelagnum varð tikin niður í dag. Kartni Olsen, formaður í Bátafelagnum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, bóru fram røður, og borgarstjórin sjálvur fekk heiðurin at stýra broytini og ríva gamla bygningin niður.

Tórshavnar kommuna stuðlar felagnum í arbeiðinum at gera nýtt felagshús.

Upprunaliga var ætlanin at byggja oman á verandi bygning, men húsið er í so vánaligum standi, at tað ber ikki til at hampa og klæða tey. Tí verða tey nú tikin niður og nýggjur bygningur verður gjørdur.

Gunnar Hoydal, arkitektur, hevur teknað nýggja felagshúsið, ið byggifelagið Búsetur stendur fyri at byggja. Talan er um uml. 480 m2 stóran bygning í trimum hæddum. Byggiarbeiðið verður liðugt um hálvan mars næsta ár. Tá tekur Bátafelagið yvir og ger bygningin endaliga kláran til summarið.

Bæði Kartni Olsen og Heðin Mortensen høvdu á málið týdningin, sum Bátafelagið hevur fyri trivnaðin millum bátafólk og annars fyri ríka og fjølbroytta umhvørvið á Bryggjubakka og í Vágsbotni.

Bátafelagið ætlar at nýta tvær hæddir. Niðasta hæddin verður leigað út. Tórshavnar kommuna hevur treytað sær, at útvent virksemi verður í niðastu hæddini - tað kann eitt nú vera mat-, kaffi- ella ølstova.