Nýggjur barnagarður á Svangaskarði
Byggingin av nýggja barnagarðinum á Toftum hevur gingið eftir ætlan. Í dag, 26. november 2011, varð boðið til almenna móttøku í nýggju stásiligu hølunum.
Gamli bygningurin er 343 fermetur íalt, meðan nýggi bygningurin er 370 fermetur í tveimum hæddum. Í fyrstu atløgu er tann ovara hæddin innrættað, sum hevur 3 stovur við plássi fyri 18 børnum í hvørjari. Við útbyggingini er íalt pláss fyri 90 børnum í barnagarðinum.
Teknistovan í Gøtu hevur projekterað og havt eftirlit við byggingini. Útgrevsturin fyri barnagarðin, sum Vestcon gjørdi, byrjaði seint á heysti 2010. Síðan varð farið undir betongarbeiðið, sum Jan Mohr o. fl. gjørdu. Timburarbeiðið er gjørt av KBH. Samlaði kostnaðuri fyri hesi arbeiði v. innbúgvi v.m. er slakar 8,3 mió. kr. Øll hesi arbeiði er væl úr hondum greidd, og til almennu móttøkuna í dag kundi bygdaráðið saman við starvsfólki og teimum mongu, sum vóru til staðar, fegnast um snotuliga bygningin.
Tað hevur verið stórur tørvur á at byggja út á barnagarðsøkinum, og við hesi íløgu kemur Nes kommuna enn eitt fet fram á leið, tá ið ræður um at menna kommununa til at nøkta tann tørv, sum nútíðin krevur.
Nes kommuna er annars rættiliga væl útbygd á flest øllum økjum. Seinastu stóru íløgurnar í nýggjan skúla og barnagarð eiga at gera, at vit av røttum kunnu bjóða fólki at seta búgv í okkara kommunu. Kommunan hevur umleið 25 grundøki tøk, sum eru gjørd byggibúgvin, so fólk skulu verða hjartaliga vælkomin at seta búgv í Nes kommunu, har barnagarðurin er bygdur beint við eitt stórt ítróttarøki, samstundis sum vit eru beint við sera vakra náttúru.
Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri í Nes kommunu