Nýggjur 2 ára sáttmáli undirskrivaður
Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 3,02 % yvir 2 ár
Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava í dag, hósdagin 3. mai, undirskrivað nýggjan 2-ára sáttmála. Umframt ávísar broytingar og tillagingar í sáttmálunum hava sáttmálarnir við sær eina lønarhækking á 1,27 kr hin 1. mai 2012 og 1,85 kr hin 1. mai 2013. Hetta hevur sostatt við sær ein samlaðan karm á 1,13 % fyrsta árið og 1,89 % annað árið.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at til bar at koma á mál, uttan at neyðugt varð at tilkalla semingsstovnin. Hetta er greitt tekin um, at samráðingarpartarnir hava tikið bæði samráðingar- og samfelagsstøðuna í álvara, og hava víst ábyrgd í mun til hetta.