Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NÝGGJÁRSHEILSAN FRÁ BORGARSTJÓRANUM

Nú vit eru komin til seinasta dag í árinum, ynskir borgarstjórin í Tórshavnar kommunu øllum borgarum í kommununi og føroyingum annars eitt eydnuberandi nýggjár. 

 Í nýggjársheilsan til borgararnar greiðir Heðin Mortensen frá, hvat kommunan hevur fingið á skaftið seinasta árið, og hvat liggur í kortunum at gera í 2015.

Nýggjársheilsanin sæst HER

Borgarstjórin sigur millum annað, at árið hilnaðist. Tað er hepnast kommununi at halda fast um at raðfesta trivnaðin hjá familjum og tí einstaka borgaranum. Høvuðsstaðarkommunan er fíggjarliga væl fyri, tí hon hevur orku til at menna og útbyggja fjølbroyttu tænasturnar.

- Vit fegnast um, at vit aftur hava fólkavøkstur í kommununi. Vit eru útvið 300 fleiri móti ársloki enn vit vóru við ársbyrjan. Vit fara at gera alt fyri, at okkara nýggju borgarar fara at trívast, og at vit kunnu gerast enn fleiri í komandi ári.

- Vit fara bjartskygd inn í nýggja árið við stórum og mennandi ætlanum fyri høvuðsstaðarkommununa. Trivnaður fyri øll er framvegis okkara aðalmál, sigur Heðin Mortensen at enda.