Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjársheilsa frá Ítróttasambandi Føroya

Eini vónandi Gleðilig Jól fyri tey flestu eru júst farin framvið, og eitt nýtt ár stendur fyri durum. Hesa tíðina plaga vit at líta bæði aftur og framá, og tað fari eg hervið at gera.

Eftir annað árið sum ÍSF-forseti vil eg nýta høvi at taka samanum hetta seinasta árið og meta um tær avbjóðingar, sum standa fyri framman.

Umframt at vera kostár, hava góð úrslit á ítróttarliga økinum sett dám á 2011. Fyri at taka kostárið fyrst, so hevur ÍSF ígjøgnum ungdóms- og ítróttaráðgeva okkara havt ein virknan leiklut í hesum sambandi. Millum annað við at tilrættisleggja tilboð um at borðreiða við heilsugóðum mati til ítróttarfólk á stevnum og tiltøkum annars.

Frammanundan vóru tvey rørsluár, har ÍSF somuleiðis hevði sín virkna leiklut, og felagsskapurin fer framvegis at taka lut í og skipa fyri tiltøkum, sum fáa flest møgulig út at røra seg og íðka ítrótt.

Tað eru nógvir føroyingir, sum íðka ítrótt og røra seg uttan at vera limur í nøkrum felag. Sum ovasti myndugleiki í ítróttaheiminum eru vit eisini talsfólk fyri hesi fólkini og vilja tí stuðla og eggja øllum at røra seg meira, so heilsustøðan í Føroyum hækkar.

2011 hevur ikki bert verið kostár, men eisini oyggjaleikaár. Í summar høvdu vit enn eitt talsterkt lið av ítróttarfólkum, sum luttóku á leikunum á bretsku oynni Isle of Wight í Ermasundi.

Oyggjaleikirnir eru tann mesta týðandi kappingin fyri breiddina av føroyskum ítrótti. Til oyggjaleikirnar í Álandi í 2009 komu vit heim aftur sum tann mest vinnandi tjóðin av øllum. Hetta var eitt satt bragd og sjálvandi torført at liva upp til.

Hóast ikki líka gott sum í 2009, so gjørdist úrslitið í ár eisini sera gott, tí vit komu heim við einum heiðursmerkjatali, ið gav okkum eitt samlað 4. pláss.

Fleiri ítróttaranlegg mangla

Oyggjaleikirnir eru nú vorðnir so mikið stórir, at Føroyar ikki eru førar fyri at bjóða seg fram sum vertur fyri leikirnar, eins og vit gjørdu í 1989, ið var fyrsta og higartil einasta ferðin, vit hava havt leikirnar.

Tá hugsað verður um, at vit vóru tann mest vinnandi tjóðin á leikunum í Álandi í 2009, og aftur í ár stóðu okkum sera væl, er tað heldur ússaligt, at vit ikki kunnu bjóða okkum fram at fáa leikirnar hendanvegin.

Hetta er ein sannroynd, hóast vit leingi hava kent treytirnar fyri at hýsa oyggjaleikum. Vegna Ítróttasamband Føroya skal eg gera greitt, at størsta ynski okkara er at kunna verða vertur fyri oyggjaleikirnar í nærmastu framtíð. Men tað krevur, at politiska baklandið stuðlar og er til reiðar at hjálpa okkum við at skapa fortreytirnar fyri hesum.

Ein avgerðandi treyt fyri at bjóða okkum fram er, at ávís ítróttaranlegg verða gjørd. Tey eru fyrst og fremst til golf, tennis, bogasktjóting og byrsuskjóting. Somuleiðis skal ein loysn finnast á, hvussu vit kunnu hýsa øllum teimum 2.500 til 3.500 ítróttafólkum, leiðarum, fjepparum og tíðindafólkum, sum koma til slíkar leikir.

Framúrskarandi einstaklingur

Hóast oyggjaleikirnir eru av størsta týdningi, so er tað ein ítróttargrein og ein einstaklingur, sum hevur skarað framúr seinnu árini. Ongantíð áður hava Føroyar verið umboðaðar og vunnið á so høgum støði, sum úrmælingurin úr Vági, Pál Joensen, hevur megnað.

Umframt fleiri onnur góð úrslit í ár, so er tað serliga eitt úrslit, sum stendur eftir í 2011. Nevniliga landadysturin millum Evropa og USA, har Pál vann og setti nýtt norðurlendskt met á 800 metrum. Fantastiskt, mugu vit bara staðfesta.

ÍSF roynir við serstøku játtanini til úrvalsítróttafólk at geva Páli Joensen so góðar umstøður sum gjørligt, so fyrireikingarnar til tær stóru norðurlendsku, evropeisku og heimsmeistarakappingarnar verða best møguligar.

Ein partur av játtanini fer eisini til at stimbra onnur evnarík føroysk ítróttafólk við at bjóða teimum skeið av ymsum slagi og eitt umhvørvi, har tey verða eggjaði til at geva tað, sum skal til fyri at hava møguleika at koma eins langt og Pál Joensen longu er komin.

Tann størsta avbjóðingin hjá føroyskari svimjing og ítrótti sum heild, eru olympisku leikirnir í London í 2012. Tíverri er tað ikki enn eydnast okkum at útvega ÍSF og Føroyum sjálvstøðugan limaskap í altjóða olympisku nevndini, og tí er ikki møguleiki hjá føroyskum ítróttafólkum at luttaka sum føroyingar í hesi heimsins størstu ítróttakapping.

ÍSF hevur tí gjørt eina samstarvsavtalu við donsku olympisku nevndina um, at Pál kann gerast ein partur av danska svimjiliðnum, sum fer til London, um hann annars megnar kravtíðirnar. Hóast hetta ikki er best møguligt fyri Pál Joensen og okkum sum ítróttartjóð, so hava vit kortini tryggjað okkum, at hann kann luttaka sum føroyingur í danksa hópinum. Tað er hóast alt tað týdningarmesta fyri hann sum íðkara, at hann sleppur við til OL, tá nú umstøðurnar eru, sum tær eru. Vit fara tó at halda áfram í strembanini eftir sjálvstøðugum limaskapi í IOC.

Størri játtan krevst

Sum hjá so nógvum øðrum, hevur játtanin til ÍSF seinnu árini staðið í stað og enntá verið skerd við 200.000 krónum í ár. Sæð í ljósinum av, at limatalið er vaksið, og kostnaðarstøðið hækkað, er hvør króna munandi minni verd, enn hon var fyri bert fáum fáum árum síðani.

Tí er tað av alstórum týdningi, at ÍSF fær hækkaða játtan á fíggjarlógini fyri 2012 og árini framyvir. Ikki minst sæð í ljósinum av, at fíggjartørvurin er vaksin, meðan okkara sponsorfíggjaða virksemi er minkandi. Tað er tí sera týdningarmikið, at Løgtingið sær við vælvild upp á eina hækking av játtanini.

Ein bati var tað tó, at lógin um mvg-afturbering í sambandi við bygging av verkløgum kom, men hetta er ikki nóg mikið.

Meirvirðisgjaldið er sera tyngjandi fyri lokalfeløgini og sersambondini, ið gjalda MVG av flestu útreiðslum. Til dømis av olju, el, útgerð, vinningi í sambandi við bingo, lýsingum, ítróttarklæðum, útgerð og øðrum.

ÍSF vónar, at Løgtingið fær samtykt eina broyting í mvg-lógini, so vit fáa eina skipan, ið eitt nú tann í Noregi, har norsk ítróttafeløg fáa endurrindað goldið mvg.

Komandi oyggjaleikirnir á Bermuda vera ógvuliga kostnaðartungir. Fyri at kunna vísa flaggið har yviri og ikki minst vísa, at vit meina nakað við at bjóða okkum fram sum vertir fyri leikunum, er játtan á løgtingsfíggjarlógini ein sjálvsøgd fyritreyt.

Tí áttu vit longu nú frá almennari síðu at sett pening av til at fyrireika vertskapin, tí tað fer sjálvandi at kosta nakrar milliónir krónur at fyrireika og skipa fyri leikinum.

Vert er at leggja okkum í geyma, at bæði landskassin, handilslív og annað sjálvandi fíggjarliga fær fitt burtur úr leikunum í og við, at nógvir gestir koma hendanvegin og leggja pening eftir seg. Hetta er sostatt ikki nøkur útreiðsla fyri samfelagið. Heldur tvørturímóti.

Betri stuðul til úrvalsítrótt

Skulu vit gera okkum vónir um at síggjast enn meira aftur á altjóða ítróttapallinum í framtíðini, mugu vit bakka upp tey ítróttafólk, ið hava evni, vilja og velja ítróttaleiðina. Hetta kann røkkast við at gera eina skipan, ið hevur til endamáls at menna føroyska úrvalsítrótt á virðiligan hátt.

Tí er neyðugt við hægri játtan enn tær 600.000 krónurnar, sum vit hava fingið seinastu árini. Hendan upphæddin røkkur nærum bert til ein persón, nevniliga til fyrireikingarnar hjá Páli Joensen undan OL í London komandi summar.

Vit søkja tí til hetta endamálið um eina serstaka játtan á 2,5 mió. krónur á løgtingsfíggjarlógini fyri 2012 og árini frameftir.

Mín vón er, at eitt nú ferðavinnan av álvara fær eyguni upp fyri týdninginum, sum ítróttin hevur fyri hesa so týðandi vinnu fyri okkara land. Um vit fingu oyggjaleikirnar hendanvegin, kundi tað givið ferðavinnuni eitt tiltrongt skump fram á leið. Hartil eru nógvir møguleikar at menna hesa vinnuna í tøttum samstarvi við føroyskt ítróttalív.

Okkara ítróttafólk eru jú fyrimyndarlig umboð fyri Føroyar, tá tey eru úti. Tað er almenn vitan, hvussu nógva umrøðu eitt nú fótbóltslandsliðið hevur givið Føroyum, og sama er galdandi fyri onnur lið og einstaklingar.

Ein miðvís útbygging av føroyskum ítróttaanleggum kundi eisini verið eitt gott og lønandi íkast til føroyska ferðavinnu, og her hugsi eg serliga um golfbreyt og fleiri møguleikum fyri bóltspæli innandura. Eisini um veturin.

Betri tilboð til venjaraútbúgvingar

Vit eiga alla tíðina at stremba eftir at betra um viðurskiftini hjá okkara ítróttafólkum. Tí fegnist eg eisini um, at rættilig gongd aftur er komin á arbeiðið við at útbúgva venjarar og leiðarar.

Venjaraútbúgvingin er ætlað teimum, sum ynskja at førleikamenna seg sum venjarar. Hetta kunnu vera íðkandi, virkandi venjarar, hjálparfólk ella foreldur, ið ynskja at økja sær um venjarakunnleikan.

Málið hjá ÍSF við at bjóða felags ítróttaástøðiliga útbúgving er, at sersambondini við hesum hava møguleika fyri at bjóða limunum á skeið. Málið er somuleiðis at lætta um hjá sersambondunum, soleiðis at tey kunnu nýta sína orku til at skipa fyri skeiðum um teknikk og annað, sum er serligt fyri teirra ítróttagrein.

Í størri høpi er málsetningurin at útbúgva venjarar og harvið at tryggja dygdina á tilboðunum, sum sersambondini bjóða sínum íðkarum. Í framtíðini er ynskiligt við fleiri góðum og hugkveikjandi venjarum.

ÍSF hevur eisini ætlanir um at skipa fyri skeiðum fyri leiðarar, ið standa á odda fyri feløgunum. Her verður hugsað um, hvussu feløg verða skipaði og rikin, um uppseting av roknskapi, og hvat lóggávan sigur um mvg, skatt, ferðaendurgjald og tílíkt. Mín vón er, at hesi skeið eisini kunnu byrja í komandi árinum.

At enda fari eg vegna Ítróttasamband Føroya at bera eina heilsan til øll tykkum, ið stuðla og verja um føroyska ítrótt. Fyrst og fremst íðkarar, venjarar og leiðarar, men eisini til øll tykkum onnur, sum sjálvboðin gera tað møguligt at reka ítróttafeløgini.

Eg vil eisini bera eina heilsan til myndugleikarnar, sum eru við til at stuðla ítróttini. Uttan henda stuðulin, bæði peningaligan og moralskan, sum ítróttafeløg, einstaklingar og lið fáa frá lands- og kommunalum myndugleikum, hevði verið fátæksligt í Føroyum.

Somuleiðis fari eg at takka øllum teimum fyritøkunum, sum veita føroyskari ítrótt, feløgum og einstaklingum, dyggan og alneyðugan stuðul. Uttan hesar veitingar, hevði arbeiði okkara verið nærum ómøguligt.

Í løtuni eru 115 ítróttafeløg skrásett undir teimum 16 sersambondunum undir ÍSF, og vit hava í dag eini 12.000 limir, har av tey flestu eru íðkandi. Harvið er ÍSF nógv tann størsti felagsskapur í landinum.

Vegna ÍSF fari eg at ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.

Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti