Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Halla Poulsen í nýggju íbúð síni saman við foreldrum sínum og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

Nýggjar vardar íbúðir í Klaksvík

Í gjár var móttøka í sambandi við at vardu íbúðirnar, ið Bústaðir hevur bygt í Klaksvík, eru lidnar. Íbúðirnar eru á Heygavegi 56, og eru seks ung, við menningartarni flutt inn. 

Á myndini er Halla Poulsen í nýggju íbúð síni saman við foreldrum sínum og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, helt niðanfyri standandi røðu í sambandi við móttøkuna:

"Góðu tit, sum hava fingið íbúð og eru flutt inn, góðu foreldur og avvarðandi, Bústaðir, Klaksvíkar kommuna, Almannaverkið, góða samkoma

Dagurin í dag er sanniliga ein stórur dagur. Ein dagur, sum vit leingi hava sæð fram til. Serliga tit, sum nú loksins eru flutt inn her og loksins hava fingið fáa tykkara egna heim. Tit hava saman við foreldrum og avvarðandi tykkara bíða við spenningi eftir, at íbúðirnar skuldu gerast ein veruleiki.

Tað er mær fortalt, at tað eru 14-15 ár síðan at foreldrabólkurin byrjaði at arbeiða fyri at útvega nøktandi bústaðir til fólk við lættari menningartarni, og fleiri snávingarsteinar hava tíverri verið á leiðini.

Orðatøkini eru mong, sum koma mær til hugs, nú henda byggiverkætlanin loksins er komin at enda: “Tolin trívst” ella “Fram kemur hann, ið hóvliga fer” – tí eitt er vist, at vegurin til at útvega hóskandi bústaðarumstøður hevur verið langur og mangan stríggin.

Við umskipanini av Húsalánsgrunninum til eitt alment bústaðafelag og við orðingini av einum almennum bústaðapolitikki gjørdust vónirnar størri og nokk eisini meira ítøkiligar um at fáa útvegað hóskandi bústaðir til tykkara.

Fyri tykkum og onnur uttanfyri fyrisitingina kann tað tykjast óskiljandi, hví tað skuldi taka so langa tíð, at fáa bygt hesar íbúðirnar.

Men eg kann leggja afturat, at samstundis sum arbeitt hevur verið við hesi ítøkiligu byggiverkætlan, so hevur eisini verið arbeitt yvirskipað við at byggja eina skipan upp rundan um verkætlanina.

Men í dag standa vit so her, í hesu nýggju, snotiligu íbúðunum, sum eru bygdar til endamálið og eftir tørvinum hjá tykkum, sum her skulu búgva. Og tað er sanniliga ein góð kensla!

Henda byggingin byggir á tankan um inklusión, at bústaðir verða bygdir í bygdum øki. 

Aðalmálið í bústaðarpolitikkinum er, at rúm skal vera fyri øllum. Áhugamál og tørvur hjá øllum borgarum skulu síggjast aftur í innrættingunum, sum verða gjørdar. Bústaðir skulu byggjast til endamálið og bústaðarpolitikkurin stuðlar undir inklusión – at ymisk fólk, sum hava ymiskan tørv, búgva saman, lið um lið.

Dentur er lagdur á at byggja vardar íbúðir, sum geva góðar og virðiligar karmar. Hetta er eitt stórt framstig, og eg gleðist saman við tykkum um, at tit loksins fáa góðar og virðiligar umstøður. Leingi hevur tykkara bústaðir verið ein fyribilsloysn, sum tíverri hevur vart alt ov leingi. Tit hava verið tolin, og eg ivist onga løtu í, at tit fara at trívast væl her í nýggja heimi tykkara.

Í dag kunnu vit øll fegnast yvir, at vit eru komin so langt. Henda verkætlanin, sum vit í dag hátíðarhalda, er slóðbrótandi fyri viðurskifti teirra, ið bera brek. Verkætlanin er tann fyrsta av sínum slagi, har vit eru komin nærri málinum at skilja sundur tænastu og bústað. Her frá er bert ein vegur – og tað er frameftir!

Tá vit byggja eitt nú vardar íbúðir, er talan um nógv meira enn at byggja ein bygning. Vit byggja eitt heim til tey, sum her skulu búgva. Ein bústaður er nakað fysiskt. Eitt heim – hinvegin – er ein kensla.

Bústaðurin er eitt neyðugt uppihaldsstað, meðan heimið er eitt stað, har tú ynskir at uppihalda tær. Heimið er tann trygga havnin, har tú sleppur at vera tú og staðið, har tú kennir ábyrgd og hevur avgerðarrætt.

Hvussu skapar tú eitt heim? Hvussu fært tú fram hesa kensluna av, at hesin nýggi bústaðurin er títt nýggja heim, og ikki bara ein nýggjur bústaður?

Skal hetta eydnast er neyðugt at allir partar samstarva og eru við í allari tilgongdini. Hetta eru bæði viðkomandi fakfólk, myndugleikar, brúkarar o.o. Har tað ber til at samansjóða arkitektur við endamálinum, sum bygningurin skal loysa, so tað ytra og tað innihaldsliga ganga hond í hond - ja, tað er ein fortreyt fyri, at slóðbrótandi ætlanin innanveggja yvirhøvur letur seg gera.

Hóast glottar eru at hóma, so er langt eftir á mál. Tað góða er, at vit hava lært eina rúgvu, og fingið nógvar royndir við okkum á vegnum, sum vónandi bara kunnu betra um tær komandi bústaðirnar.** Eitt er vist, og tað er, at vit skulu útvega fleiri tíðarhóskandi bústaðir.

Eg fari at veita eina serstaka tøkk til tykkara, sum áhaldandi hava arbeitt fyri at fáa hesar íbúðirnar og hava víst góðan stríðsvilja. Ofta eru tað eldsálir, ið skulu ganga á odda fyri at fáa tingini at flyta seg.

Og til starvsfólkini í Almannaverkinum, sum hóast at umstøðurnar ikki altíð hava verið av teimum bestu, hava gjørt tykkara til, at búfólkini hava fingið stuðul og hjálp. Eg fari at ynskja tykkum bestu eydnu her í nýggju umhvørvinum, og takka tykkum fyri tað góða arbeiði tit hvønn dag gera.

Eisini fari eg at takka Bústøðum fyri at hava fingið hesa verkætlanina til veruleika. Og veita eina hjartans tøkk til Klaksvíkar Kommunu fyri gott samstarv og góðan samstarvsvilja og vælvild í sambandi við staðsetanina.

At enda fari eg at ynskja tykkum øllum, sum hava fingið bústað her, foreldrum og avvarðandi bestu eydnu og blíðan byr.

Og loyvi mær enda við at lesa fyrst ørindi av vøkru yrkingini hjá Hans Andrias Djurhuus: “Hetta landið er mítt”:

“Hetta landið er mítt,
hetta landið er títt,
sum tað liggur í havi
so fagurt og frítt.
Her er heimið hjá mær, 
her er heimið hjá tær –
og tað sigur við teg:
 “Tú skalt minnast meg altíð
um allan tín veg.”
Takk fyri!"

Annika Olsen
Landsstýriskvinna í almannamálum