Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjar tekstbøkur frá BFL í september

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur í hesum døgum út tvær feskar spenningsbøkur til børn og ung. Talan er um tvær spenningsrøðir, har onnur endar og hin byrjar.

Chris Wooding: Havoc

Partvís skaldsøga, partvís slóðbrótandi teknisøga

Seth klárar at flýggja úr Malice, ræðuliga teknisøguheiminum, har bert fá børn sleppa burtur á lívi. Hann noyddist tó at lata besta vin sín Kady vera eftir. Nú vil hann gera alt fyri at sleppa aftur til Malice at bjarga henni

Havoc er framhald av bókini Malice, sum kom út í fjør. Tað serliga við hesum bókunum er, at tær eru bygdar upp partvíst sum skaldsøga og partvíst sum slóðbrótandi teknisøga. Bókin skiftir millum opnur við vanligum teksti og opnur, sum eru settar upp sum ein teknirøð. Hetta skiftið ger tað bæði meiri spennandi og livandi at lesa um heimin Malice.

Søgan byrjar …

Malice byrjar, tá ið vinurin hjá Seth og Kady, Luke, ein dagin hvørvur. Hetta hendir dagin eftir, at Luke hevur sagt teimum, at hann hevur fingið fatur á einum eintaki av teknisøguni Malice. Ein teknisøga, sum øll hava hoyrt um, men ongin hevur lisið.

Malice! Tú kanst ikki flýggjað

Seth og Kady fara at leita eftir Luke, og meira tey leita, nærri koma tey sannleikanum. Sagnirnar um Malice eru sannar. Heimurin er veruligur, og Tall Jake førir tey bæði til Malice. Her fer mangt og hvat óveruligt fram, til Seth klárar at flýggja. Komin aftur til veruleikan hevur hann tó bert eitt í huga: At finna Kady og bjarga henni.

Ímeðan má Kady stríðast fyri lívinum. Hon leitar eftir Havoc, einum uppreistrarbólki við ungdómum, sum kunnu vinna á Tall Jake. Og hann ætlar sær so avgjørt at steðga teimum …

Mortan Ólason Vang týddi

396 bls./heft

Malice og Havoc fáa tað at renna kalt niður eftir bakinum. Fyri teimum, sum dámar at lesa óhugnaligar søgur, eru hesar bøkur nakað heilt serligt!

Bjørn Sortland: Loyndarmálið í Venezia

Ert tú klár/ur til eina nýggja krimirøð?

Bjørn Sortland skrivar bæði til børn, ung og vaksin. Bøkurnar hjá honum eru útgivnar í 20 londum – og í Føroyum! Nú kemur so endiliga vælumtókta krimirøðin hjá Sortland um listadetektivarnar eisini út á føroyskum

Høvuðspersónur í nýggju spenningsrøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags er norski drongurin Dávur, sum í fyrstu bókini fer við familju sínari at ferðast í Venezia.
Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum inn í barrina hjá Harry, og har hoyrir hann, at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso.

Hjørdis Heindriksdóttir týddi

128 bls./heft