Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjar smábarna- og myndabøkur frá BFL í september

Eric Carle: Hin svanga ormveran

Hon bara etur og etur

Svanga ormveran etur og etur, líka til hon ein dagin umskapast. Fyrst til eina reivveru og síðan til ein vakran firvald

Í hesari stuttligu pappbókini kann barnið fylgja ormveruni frá tí, at hon er eitt lítið egg, til hon ein dagin flýgur av stað sum ein vakur firvaldur. Hvønn dag etur ormveran nógv. Mánadag etur hon seg gjøgnum eitt súrepli, týsdag tvær perur, mikudag tríggjar blommur og soleiðis heldur hon á alla vikuna. Sunnudag er hon ikki svong longur, og nú fer hon at broytast.

Lærandi

Umframt at læra um eitt undrunavert náttúrfyribrigdi, lærir barnið nøvnini á vikudøgunum og eisini at telja á ein stuttligan og heldur øðrvísi hátt. Við ymiskum síðum við holi í kann barnið fylgja ferðini hjá ormveruni gjøgnum alskins fruktir og mat, til hon at enda er mett og ger sær eitt spunahylki. Úr spunahylkinum kemur ein vakur og litfagur firvaldur.

Turið Kjølbro týddi

16 bls. Pappbók

Ein fitt, stuttlig og lærandi bók til teir yngstu lesararnar.

---

Sven Nordqvist: Findus flytur út

Søgur í søguni

Saman við Pettson og Findusi ert tú tryggjað/ur eina góða og ríka løtu saman við barninum. Søgurnar um Pettson gamla og frensin Findus eru inniligar og stuttligar og merktar av tolsemi og góðvilja

Pettson gamli ilskast um, at Findus vekur hann hvønn morgun klokkan fýra. Findus ger morgunfimleik – í songini hjá Pettson! Men Pettson vil sleppa at sova, til hann vaknar. Loysnin er, at Findus fær síni egnu lítlu hús, og tað halda báðir vera frálíkt í fyrstuni ...

Stuttlig fyri bæði børn og vaksin

Findus flytur út er ein myndabók, sum vísir eina ótrúliga listarliga orku og hugflog. Tú kanst sita leingi og granska hvørja opnu og alsamt at finna nýggjar smálutir og søgur í søguni.

Niels Jákup Thomsen týddi

32 bls./innbundin

Bókin er skraddaraseymað at lesa fyri børnum, og her er so avgjørt lagt upp til stuttligar løtur saman, børn og vaksin.

---

Stian Holte: Gøtan hjá Gudmundi

Hvat hendir eftir summarið?

- Bara hann, sum er øgiliga bangin, kann vera djarvur, hevur pápin sagt við Gudmund. Men hvør fær verið djarvur, tá ið Rói úr fjórða stendur fyri portrinum?

Gøtan hjá Gudmundi er onnur bókin um Gudmund. Fyri fyrru bókina Summarið hjá Gudmundi (2001) fekk Stian Holte nógvar virðislønir, m.a. Brageprisen og Bologne Ragazzi Award.

Summarið er farið

Summarið hjá Gudmundi er farið, men enn er hann stúrin. Ikki fyri skúlanum, men fyri Róa í fjórða. Rói lokkar Gudmund at seta eld á turra grasið í urtagarðinum hjá Frímerkjamanninum – gamla manninum í grannalagnum. Tá ið eldur festir, rýmir Rói, meðan Gudmund hjálpir at sløkkja eldin.

So við og við verða Gudmund og gamli (og kanska eitt sindur løgni) maðurin vinir, og hetta tykist at gagna teimum báðum.

So líðandi tryggari

Saman við Frímerkjamanninum verður Gudmundur so líðandi tryggari. Saman práta teir um vatnbyrgingar í Kina, um blómur og um tøl. Og tað teir snakka um, er ikki uttan týdning:

- Tað eru 440 fótafet í skúla, 231 dagar til summarferiuna, 366 dagar í einum skotári, og eg leypi altíð av, tá ið vit býta sundur at spæla fótbót í fríkorterinum, sigur Gudmundur og gamli maðurin svarar stutt: - Tað eru ikki øll roknistykki, sum ganga upp.

Niels Jákup Thomsen týddi.

40 bls./innbundin

Ein bók fyri tann, sum dámar góðar bøkur og bøkur, sum geva nýggjan íblástur til samspælið millum tekst og myndir.