Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjar loftmyndir á kortalinum

Í gjár vóru nýggj myndakort løgd út á kortal.fo. Myndirnar eru tiknar í 2015, og eru av Tórshavn, Klaksvík og Leirvík. Tær eru allar tiknar við dronu.

Síðan 2013 hevur Umhvørvisstovan roynt at tikið nýggjar loftmyndir av Føroyum, men illa hevur gingist. Treytin fyri at taka góðar loftmyndir við flogfari er, at ongi skýggj liggja yvir oyggjunum. Men tey seinastu 3 árini hevur ikki verið ein dagur við klárum veðri um alt landið og tí er ikki eydnast at fáa nýggjar loftmyndir.

Í fjør heyst avgjørdi Umhvørvisstovan tí at royna nýggjar leiðir við at gera eina roynd at brúka dronur til loftmyndatøkuna. Dronurnar flúgva somikið lágt, at skýggini ikki nerva myndatøkuna. Tí eru krøvini til veðrið einans, at ikki er ov nógvur vindur. Dronumyndir vóru tiknar av Tórshavn, Klaksvík og Leirvík. Nakrar dronumyndir av Sandavági frá 2013 vóru til skjals, og hesar komu eisini við í pakkan. Tað eydnaðist at avgreiða dronuflúgvingina uppá 5 dagar, og síðan eru myndakort framleidd burturúr tilfarinum.

Í dag eru dronumyndirnar lagdar út á kortal.fo. Myndirnar av Tórshavn, Klaksvík, Leirvík og Sandavági koma fram á Kortalinum, tá zoomað verður inn. Tá zoomað verður út, verða tað aftur kortini frá 2009, sum koma fram. Fyri restina av landinum mugu fólk framvegis hjálpast við gomlu myndakortini, sum eru frá mai 2009.

Gomlu myndakortini frá 2009 vóru avmyndaði við flogfari í 2 hæddum: 2 km fyri býir/bygdir og 6 km fyri restina av landinum. Hinvegin eru dronumyndirnar avmyndaðar í 100 m hædd, og tí er upploysnin munandi størri. Dronumyndakortini eru samansett av túsundvís av stakmyndum, sum fyri Havnina fevna um myndir tiknar yvir 3 dagar. Hetta hevur við sær, at litbrigdi (farvenuancer) eru í kortunum.

Samanumtikið eydnaðist dronuflúgvingin væl betri enn væntað. Tí ætla vit at halda fram við at taka dronumyndir av øðrum bygdum og býum tey komandi árini, har tilfarið m.a. verður brúkt til myndakortframleiðslu.