Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjar leiðslur í fólkaskúlanum komandi skúlaár

Kunnað verður um, at Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett niðanfyri standandi leiðslur í fólkaskúlanum frá 1. august 2020 at rokna:

Jóhanna H. Joensen, fyrstilærari í Hósvíkar skúla (tíðaravmarkað starv)
Jóhanna er 49 ára gomul og tók læraraprógv í 1999. Hon hevur drúgvar undirvísingarligar royndir og hevur hesi síðstu 15 árini starvast í Hósvíkar skúla sum lærari, umframt at hon hevur verið avloysari fyri fyrstalæraran ávís tíðarskeið. Síðani 22. januar hevur hon starvast sum virkandi fyrstilærari í Hósvíkar skúla. Eisini hevur hon verið leiðari í frítíðarskúlanum á Oyrarbakka tíðarskeiðið 2003-2005.

Myrna Lind Jacobsen, fyrstilærari í Skúlanum á Fossánesi
Myrna er 50 ára gomul og tók læraraprógv á Haslev Seminarium 1998 og aftaná eftirútbúgving sum støddfrøðivegleiðari. Harumframt hevur Myrna eisini skrivstovuútbúgving frá 1992. Eftir lokið læraraprógv hevur Myrna starvast í Skúlanum á Fossánesi fyrst sum lærari og seinastu fimm skúlaárini sum virkandi fyrstilærari fyri tingmann í farloyvi.

Kárun O. Kjærbo, fyrstilærari í Skopunar skúla
Kárun er 48 ára gomul og tók læraraprógv í 2005 á Haslev Seminarium. Hon hevur undirvísingarligar royndir og hevur eitt nú búð 14 ár í Danmark, har hon m.a. eisini hevur arbeitt á ”Kariseuddannelsen”, sum í Føroyum svarar til serliga skipað miðnám (SSM), og har hon bleiv partur av einum toymi, sum hevði til uppgávu at skipa og seta útbúgvingina á stovn. Eftir heimkomu hevur Kárun m.a. undirvíst á Meginskúlanum á Sandi.

Poula Hentze, fyrstilærari í Skálavíkar skúla
Poula er 58 ára gomul og tók læraraprógv í 1994. Hon hevur sera drúgvar undirvísingarligar royndir frá Skopunar skúla umframt ávísar leiðsluroyndir. Eisini hevur Poula skeið innan leiðslu og samstarv umframt eftirútbúgving sum orðblindalærari og skúlabókavørður.

Trine Camilla Joensen, fyrstilærari í Velbastaðar skúla
Trine er 52 ára gomul og tók læraraprógv á Hjørring Seminarium í januar 2000 umframt akademiútbúgving “Leiðsla í verki” í 2016. Trine hevur eisini júst tikið diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu. Hon hevur verið í tíðaravmarkaðum starvi sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla tvey tey síðstu skúlaárini og er nú sett í fast starv.

Birna Gaard, einalærari í Fámjin (tíðaravmarkað starv)
Birna er 47 ára gomul og tók læraraprógv í 2013 og útbúgving sum skúlabókavørður í 2014. Harumframt hevur Birna tikið akademiøkonom innan hotel- og matstovuleiðslu í 2000 og skeið í leiðslu í hesum sambandi. Eftir lokið læraraprógv hevur Birna undirvíst eitt ár í Eysturskúlanum fyri síðan at byrja í Skúlanum við Løgmannabreyt, har hon hevur verið síðan.

Marit Fríða Christiansen, útoyggjalærari í Kirkju-Hattarvíkar skúla (tíðaravmarkað starv)
Marit er 44 ára gomul og tók læraraprógv í 2019. Hon hevur hetta síðsta skúlaárið røkt starvið sum útoyggjalærari í Kirkju-Hattarvíkar skúla og heldur fram í starvinum komandi skúlaár.

Uttanríkis- og mentamálaráðið ynskir teimum øllum blíðan byr við starvinum.