Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjar handbøkur um Føroyar og Klaksvík – framløga í býráðshøllini

Hósdagin 1. desember 2011 kl. 16 verður almenn hátíðarløta í býráðshøllini í Klaksvík, har tvær spildurnýggjar handbøkur, sum Lasse Klein hevur skrivað, verða givnar alment út – ein um Føroyar og ein um Klaksvík – har gerandisdagurin verður lýstur á ein øðrvísi og áhugaverdan hátt.

Talan er um eina røð av nýggjum bókaútgávum, sum við hesum byrjar, har dagliga yrkið, gerandisdagur, samtíð og farin tíð verða lýst við stuttum frásagnum og litføgrum tekningum av útvaldum plássum, sum eyðkenna ávíkavist Føroyar og Klaksvík.

Útgevarin, Lasse Klein, upplýsir, at hann við hesari bókarøðini vil lýsa Føroyar og Klaksvík, sum koma út í ár, og Tórshavn, Eysturoy, Vágar og Suðuroynna sum væntandi koma út komandi ár, á ein heilt annan hátt enn vanligt er.

- Eitt nú er nógv gjørt burtur úr at finna tey røttu evnini og motivini, finna teknara, søguligt tilfar, og út frá hesum lýsa støðuna á ein sakligan, upplýsandi og lætt skiljandi hátt.  Heilt einfalt at lýsa gerandisdagin hjá okkum oyggjabúgvum, eins og í ávísan mun støðuna frá einari farnari tíð, á ein hátt sum ikki beinleiðis er umrøddur á sama hátt áður, sigur Lasse Klein.

Almenn framløga í býráðshøllini

Hósdagin 1. desember 2011 kl. 16:00 verður ein hátíðarløta í býráðshøllini í Klaksvík, har rithøvundurin fer at leggja bókaútgávuna fram, handa tey fyrstu eintøkini og greiða frá arbeiðnum við útgávuni. Gunvá við Keldu, borgarstjóri, og Jógvan Skorheim, formaður í Mentanarnevnd býráðsins, fara eisini at siga nøkur orð. Kvinnukórið Suð fer at syngja, og Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri og løgtingsmaður, fer at greiða eitt sindur frá tí søguliga, sum lutvíst verður lýst í bókaútgávuni.

Kaffi og okkurt afturvið verður at fáa, og eftir framløguna verða bøkur og plakatir at fáa til keyps, har rithøvundurin, Lasse Klein, somuleiðis fer at signera bøkur.

Fjølbroyttir møguleikar eitt nú til skúlabrúks

- Eg vóni at tað ferð at bera til at halda fram við hesum arbeiði, so at møguleiki eisini verður fyri at lýsa onnur stakevni.

- Tað hevur eisini havt stóran týdning, hóast bókin er skrivað til vaksin fólk, at eisini børnini og tey ungu skulu fáa nakað burtur úr tilfarinum, eins og skúlar kunnu gera brúk av tilfarinum, og ikki minst eitt hent amboð í hondunum á ferðafólkið.

Møguleikin fyri at bøkurnar eisini verður umsettar til onnur mál er til staðar.

Samtíð og farnari tíð

- Bólkar av serkønum fólki: lærarar, pedagogar, samfelagsfrøðingar og onnur eru hoyrd um innihaldið og um upplýsingarnar sum koma fram í bókunum, og fyri at hjálpa mær í hesum arbeiði havi eg lýst eftir teknarum sum kunnu tekna tey evnir sum eg haldið hava týdning fyri bókarøðina.

- Havi í hesum arbeiði lagt dent á at lesarin og hyggjarin lættliga skal kunna kenna tey aftur, lýsa dagliga yrki og gerandisdag Føroyinga á ein annan hátt. Teknarin hevur fingið útvald evnir at tekna eftir, og nógv tíð er farin til at velja, greina og lýsa samfelagsgongdina í okkara samtíð og í ávísan mun, eisini støðuna frá einari farnari tíð, upplýsir Lasse Klein.

Eisini stórar plakatir

- Bøkurnar leggja dent á tilfar, har lesarin við hjálp frá teksti og myndum, hevur møguleikar at gera meira burtur úr, enn tað sum bøkurnar umrøða.

- Tað eru ikki bara bøkurnar, sum koma út, sigur útgevarin, sum eisini hevur valt at geva út stórar plakatir av motivum, sum koma fram í bókini. Meira enn 40 motiv eru gjørd um til plakatir.

Serstakar hendingar lýstar

- Í stuttum kann nevnast, at einar fýra frásagnir í hvørjari bók snúgva seg um eina farna tíð. Talan er eisini um søgulig frambrot. Í sambandi við t.d. bókina um Klaksvík hevur tað eydnast mær við hjálp frá fornmyndugleikunum at finna eina skitsu frá 1721 um búseting og út frá henni at ímynda mær, hvussu tað sá út uppi í Gerðum, áðrenn skalvalopið í 1745 og 1765 Uppi á Grundum, sum tað eitur, og havi eg so út frá skitsunum endurskapað gamla býlingin har, og eg haldi sjálvur, at tað hevur eydnast væl, og at teknarin hevur gjørt eitt gott arbeiði. Ein sera hugnaligur gamla býlingur kemur til sjóndar, eins og nomið verður við hendingarnar í 1745 og 1765, sigur Lasse Klein.

- Eingin ivi er um at tekningarnar í bókunum, sum eru sera góðar, gera bókarøðina serstaka og geva innihaldinum áhugaverda dám, sum vit sjálvandi í seinasta enda skulu lata lesaran og hyggjaran døma um, tá ið bøkurnar koma út.

Tær báðar fyrstu bøkurnar – um Føroyar og um Klaksvík – verða alment givnar út við hátíðarløtu í býráðshøllini í Klaksvík hósdagin 1. desember 2011 kl. 16:00

Øll eru hjartaliga vælkomin!