Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjar bøkur frá BFL í oktober - Bøkur til teir yngstu og elstu lesararnar

Ellen Giggenbach: Vit telja og Fyrstu orðini

Kom og tel og lær!

Tvær sera fittar og snøggar bøkur í 60’ara stíli. Litføgru myndirnar av gerandisløtum læra barnið at telja og seta orð á

Í bókunum fer mamman túr við dronginum og pápin saman við gentuni. Fyrst eta tey. Lata seg í og fara út. Á túrinum síggja børnini alt tað kenda rundan um seg, og saman við foreldrunum læra tey at seta orð á og telja.

Sjarmerandi gerandisdagur

Við sínum eitt sindur retro-stíli leiða bøkurnar tankarnar aftur á 60’ini. Sjamerandi myndirnar eru litfagrar og stílreinar og vísa foreldur og barn í ymiskum støðum úr gerandisdegnum. Og fleiri sansir enn sjónin verða kveiktir, tí partarnir av myndunum, sum skyggja og glansa, eru drignir fram og kennast tí væl undir sjálvt heilt smáum barnafingrum.

Marna Jacobsen týddi

12 bls./pappbøkur

Fittar og lærandi bøkur til teir yngstu lesararnar.

---

Torvald Sund: Dansa fyri lívinum

Fer tað at rigga?

Julia og Rúnar elska hvørt annað líka nógv, sum hon elskar dansin og hann havið, men brádliga eru tey í ferð við at missa hvørt annað og framtíðardreymin

Dansa fyri lívinum er ein hugtakandi og sterk lýsing av tveimum ungum, sum stríðast ikki bara fyri lívinum á náðileysa havinum, men eisini fyri at bjarga kærleikanum.

Dømt til ikki at rigga

Rúnar er drongurin, sum Julia elskar yvir alt her á jørð, nei – ikki á jørð, men á havinum, tí hasin býttlingurin, sum hon er so forelskað í, vil verða útróðrarmaður. At tey skulu vera par, er dømt til ikki at rigga; ein ballettdansarinna og ein útróðrarmaður kunnu ikki liva saman, tað siga øll við hana: Tú fert jú at dansa á pallunum í stórbýum, meðan Rúnar fer til útróðrar á grunnunum.

Søgan hugtekur frá byrjan

Søgan um tey bæði ungu er hugtakandi frá byrjan. Lýsingin av Juliu og Rúnari er týðilig og væl skrivað: hann við snúsinum og sjóluktinum, hon við tí sterka dansikroppinum, sum kann verða steinharður einu løtuna og kettumjúkur aðru løtuna. Somuleiðis lýsingin av gamla fiskimanninum, sum ikki hevur verið til skips, síðan hann var um at sjólátast fyri 40 árum síðani.

Juli Fagerland týddi

96 bls./heft við klaffum

Ein fangandi søga um kærleika, longsul og um at fylgja sínum dreymum. Ein bók til ung.