Nýggjar bøkur frá BFL í mai
Jutta Bauer
Í skóginum ein smátta lá
Ein fitt umskriving av kenda barnasanginum Í dalinum ein smátta lá
Rádýrið lovar øllum inn í smáttuna, sum koma á gátt. Haran, revurin, ja sjálvt byrsumaðurin sleppur inn. Í bókini eru stuttligar myndir, sum siga sína egnu søgu.
Heðin M. Klein lagaði yrkingina til eftir barnasanginum Í dalinum ein smátta lá.
38 bls./ pappbók
Ein fitt bók at lesa – og syngja – fyri teimum yngstu børnunum.
Á heimasíðuni hjá Bókadeild Føroya Læararfelags, www.bfl.fo , ber til at taka niður nótar og myndir av rørslum, sum hóska til tekstin í sanginum.
Sally Altschuler og Sven Nordqvist
Skipið hjá Nóa
Tað er ikki lætt at vera ein nashyrningur, tá ið ongin heldur hann vera fittan
Tað er heldur ikki lætt at vera Nóa, sum skal hava øll djórini á skipinum at semjast, meðan tað bara regnar og regnar...
Tíbetur dugir Nóa væl at finna uppá ráð, og viðhvørt kann ein múlatrútin nashyrningur vera júst tað, sum skal til.
Ingibjørg W. Kamban týddi
32 bls./innbundin
Ein fitt myndabók um eina søgu vit øll kenna, fortald á ein heldur øðrvísi hátt. Góð at lesa fyri teimum 3-6 ára gomlu.
Jacob Martin Strid
Ótrúliga søgan um ta risastóru peruna
Alt er sum vant í Føgruvík, til Mitcho og Sebastian ein dagin finna ein fløskupost niðri á keiini ...
Er fløskuposturin veruliga frá J. H. – borgarstjóranum í Føgruvík, ið hevur verið horvin í eitt ár? Er hin loyndarfulla oyggin veruliga til? Hvussu siglir tú fram við sjórænarum, ræðuliga sjóskrímslinum og Náttsvarta havinum? Og ikki at gloyma: Hvat hendir, tá ið tú sáar eitt fræ, sum tú hevur funnið í einum fløskuposti?
Svarini finnur tú øll í hesu stóru, spennandi og ævintýrligu myndabókasøguni til børn í øllum aldri!
Niels Jákup Thomsen týddi
105 bls./innbundin
Ein sera stuttlig bók við nógvum stórum og litríkum myndum. Bókin er væl egnað at lesa fyri børnum 4 ár og eldri.
Laura Trenter
Dagbókin
Í hesi spenningsbókini eru fotomyndir, sum so at siga blanda seg upp í loysnina av málinum. Men mangan ørkymla tær meira enn gera nakað greiðari, og tað ger bókina nógv meira spennandi at lesa ...
Okkurt løgið er við Mick. Gilbert hevur vitað tað altíð. Ikki bara tað at fyrra kona Mick doyði undir løgnum umstøðum, ella at hann fær løgnar uppgávur – sum til dømis at sigla skip til Vesturindia. Okkurt annað er eisini løgið. Okkurt sum Gilbert ikki reiðiliga fær sett fingurin á.
Og nú skuldu tey halda jól umborð á einum báti saman við familjuni hjá Linn á tí gomlu oynni St. Barth. Har hendir so nógv løgið, sum Mick tykist at hava við at gera! Gilbert og Linn royna at loysa gátuna um tey duldarfullu boðini, tey finna á oynni. Og hvør er í grundini Fríggjadagur?
258 bls./heft
Jón Joensen týddi
Grafisk spenningssøga til børn 10 ár og eldri.