Nýggjar bøkur frá BFL í februar
Henrike Wilson: Eg var einaferð eitt kvøldið …
Ein fitt bók um vinir, sum byrjar við endanum og endar við byrjanini ** Eg var einaferð eitt kvøldið heima og hugnaði mær. Við eitt bankaði á dyrnar. Og hvør var har? Vinur mín! Hann segði, at hann ætlaði at siga mær eina søgu. Og so segði hann: - Eg var einaferð eitt kvøldi …
20 bls. Pappbók
Ein sera fitt og heldur øðrvísi bók til teir yngstu lesararnar.
C. Dematons: Gula ballónin
Gula ballónin fangar hugin og gevur rúm fyri hugfloginum
Í hesari bókini er ongin tekstur, og vit halda kanska, at so er ongin søga. Men tú varnast skjótt, at meðan gula ballónin ferðast yvir dalar og fjøll skapast ein søgugongd. Á hvørjari opnu er ymiskt, sum gongur aftur; gula ballónin sjálvandi og eitt nú tann blái bilurin og maðurin á flúgvandi teppinum. Vita tú, hvat meira tú finnur!
32 bls. Innbundin
Ein stuttlig myndabók til børn frá 2 árum og uppeftir, sum elska at læra og uppdaga nakað nýtt, hvørja ferð tey lesa í bokini. Søgurnar gera tit saman.
Tove Jansson: Mumi 5: Trøllavetur
Ikki er stuttligt at vakna úr vetrardvala í januar og ikki sovna aftur. Mumitrøllið var fyrsta mumitrøllið, sum nakrantíð upplivdi veturin
Hvat gert tú, tá ið tú vaknar og øll hini sova? Í fyrstuni var Mumitrøllið øgiliga einsamallur í sovandi húsinum og eisini eitt sindur bangin. Men so við og við búsetast loyndarfullar verur um allan dalin. Og tá ið lítla Mý eisini vaknar í ótíð, kemur futtur í, tí hon er við upp á alt og ræðist ikki nakað.
Umframt hesa eru fýra aðrar bøkur í røðini um Mumitrøllini: Gandakalshatturin, Halastjørnan kemur, Endurminningar hjá Mumipápa og Vandamikið hásummar.
Karl N. Hansen týddi
136 bls. Innbundin
Ein góð upplestrarbók fyri børn 6 ár og eldri og væl egnað sum sjálvlestrarbók hjá teimum 9-12 ára gomlu.
Georgia Byng: Molly Moon steðgar verðini
Enski rithøvundurin Georgia Byng sigur um høvuðspersónin Molly Moon, at hon hevur skrivað um hendingarnar, sum Molly er fyri, tí at hon heldur tað vera órættvíst, at summi børn hava so ringar umstøður; tey trongja til, at okkurt heilt ótrúliga gott fer at henda
Molly býr á barnaheimi, har tey ikki fara væl við børnum. Ein dagin kemur hon fram á eina hypnosubók, sum gevur henni vald yvir fólki og fær tað ótrúligasta at henda.
Tá ið Molly verður biðin um at kanna óndsinnaðu ætlaninum hjá einum amerikonskum milliarderi, fær Molly eina torføra uppgávu at loysa. Primo Cell er meistari í hypnosu og hevur størstu stjørnurnar í Hollywood sínum valdi. Og tá ið Molly og Petula hitta hann til Oscarvirðislønarhandanini, gera tær ótrúligar uppdagingar. Kunnu hypnosueyguni hjá Molly steðga vandamiklasta manninum í heiminum?
Sjálvstøðugt framhald av Ótrúliga hypnosubókin hjá Molly Moon.
Elna Skylv Hansen týddi
300 bls. Heft
Ein framúrskarandi spennandi bók til tey 10-13 ára gomlu.