Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjar barnabøkur frá Bókadeild Føroya Lærarafelags í oktober

Fyrstu myndir – fyrstu litir – Inni og úti

Skraddaraseymaðar til pinkubarnið

Bjørtu litirnir og stóri kontrasturin í fittu og einklu myndunum í bókunum gera, at tær eru sum skraddaraseymaðar til pinkubarnið

Bøkurnar Fyrstu myndir - fyrstu litir stimbra og stuðla undir menningina hjá pinkubarninum. Ongin tekstur er í bókunum, men í staðin myndir við stórum, einklum motivum við fáum detaljum. Svart og hvítt og eitt slett við appilsingulum og grønum og ein fiskur fær lív undir liðini á einum skipi. Soleiðis eru allar opnurnar bygdar upp, tvey ting í somu litum, sum hóska saman – fuglurin og træið, ormveran og firvaldurin, sokkurin og skógvurin, bamsan og mánin og onnur við. Alt hetta saman kveikir sjónsansirnar hjá pinkubarninum best og stimbrar undir menningina – stutt sagt eru bøkurnar perfektar sum byrjanarlesnaður fyri yngstu børnini. 14 bls./pappbók

Perfektar byrjanarbøkur til pinkubarnið.

------

Johanna Thydell: Ein er grísur í barnagarðinum

Við grísi í barngarð

Ein fitt og stuttlig bók til øll barnagarðsbørn, um hvussu tað eisini kann vera at ganga í barnagarði

Ein grísur er í barnagarðinum er ein stuttlig, veruleikakend søga, sum vekir hugflog og kenslur. Grísurin stendur innihegnaður og hyggur at børnunum, sum spæla har yviri í barnagarðinum. Grísurin kennir seg einasamallan, hann vil eisini spæla við. Hann grevar og grevar og knappliga stendur hann uttan fyri barnagarðin. Øll børnini verða himmalfegin og lova grísinum inn. Men hvussu goymir tú ein grís í einum barnagarði?

Sólrún Michelsen týddi

32 bls./innbundin

Til børn í barnagarðsaldri.

----

Unni Lindell: Nella Nefs og Sjeystjørnan

Onnur bókin um fittaspøkilsið Nellu Nefs

Nella Nefs er eitt fitt, lítið spøkilsi, men hon endar altíð í trupulleikum, tí hon er so forvitin!

Allan dagin liggja spøkilsini samanrullað á hillunum á Seymistovuni og bíða eftir, at tað skal gerast nátt. Tá fara børnini í Náttarskúlan, og tey vaksnu út at spøkja. Men eina náttina er um at ganga galið. Á miðjari nátt kemur stjórin á Seymistovuni á gátt saman við soninum, Pinneusi, í berum náttklæðum! Pinneus er júst komin aftur úr París, har hann hevur verið saman við Nellu og bjargað Fittu Fíu. Pinneus hevði visakortið hjá pápanum við á ferðini, og nú skal hann bøta fyri tað: hann skal stongjast inni í kjallarinum á Seymistovuni í tríggjar dagar og læra seg at klippa toy!

Her er ongin ivi: Nella má bjarga Pinneusi. Men henni tørvar hjálp og biðir tí næstskrappastu gentuna í flokkinum (Nella er so avgjørt tann skrappasta), Kulu Kammu um at hjálpa sær. Men so hendir nakað ræðuligt, og Kula Kamma hvørvur. Nú eru tað tvey , sum skulu bjargast!

Í royndina at bjarga Kammu gongur leiðin til London umvegis Sjeystjørnuna. Í London hittir hon enn einaferð tey óhugnaligu gobelinspøkilsini, men tíbetur er Pinneus við henni. Man tað fara at eydnast Nellu at bjarga Kammu?

Jákup Sørensen týddi

190 bls./innbundin

Góð at lesa fyri børnum seks ár og eldri.