Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NÝGGJAN FØROYSKAN BANKA !

Síðan 2005 hava peningastovnar okkara niðurlaga føroyska KT-vinnu. Nú kostar útveiting teirra eini 140 miljónir árliga. Teir hava ongantíð vilja kunnað um hvussu nógv upprunaútveitingin kostaði. Tað snýr seg helst um eini 200 til 300 miljónir. Síðani er Elektron niðurlagað álvarsliga.

Hvussu mong arbeiðpláss hava teir útflutt til Danmarkar? 

Og nú skullu vit øll hava eitt teir kalla fyri Nem-Id fyri at brúka netbankan. Danir hava hug at kalla “tænastuna” fyri “Trouble-Id” 

Hvat verður tað næsta “okkara” peningastovnar finna uppá fyri at flyta arbeiðspláss “heim” til Danmarkar?

Hetta er av sonnum ein negativur blokkstuðul!

Í 1934 varð Sjóvinnubankin stovnaður sum eitt mótmæli til danska bankakervi í Føroyum.

Er tíðin ikki komin til at gera ein føroyskan banka enn eina ferð?

Hvør kann standa á odda fyri tí?

Føroyska fakfelagsrørslan ræður á eini upphædd á umleið einari miljard.

Tað hevði verið ein góð byrjan saman við snøklunum vit onnur kunnu spjaða til.

Tíðin er komin til at siga miljónaløntu bankabossunum: NÚ ER NÒG MIKIÐ!

Hanus Vang