Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í sambandi við, at nýggi bygningurin hjá Starvsmannafelagnum verður tikin í brúk, verður almenn móttøka í húsinum seinnapartin fríggjadagin.

Nýggi bygningurin hjá Starvsmannafelagnum, Smæran, í J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn, verður nú alment tikin í brúk. Tað hendir formliga fríggjadagin 16. september, tá ið dyrnar til nýggja bygningin verða latnar upp fyri almenninginum.

Almenn móttøka verður í Smæruni frá kl. 14.00 til 17.00. 

Tá verður høvi at síggja nýggja bygningin, sum er innrættaður við nógvum skrivstovum og einum nútímans auditorium.

Smæran er bygningurin, har Sjónvarp Føroya húsaðist í nógv ár. Frammanundan var ein partur av bygninginum matvøruhandilin og slaktaríið Smæran, og nú hevur bygningurin so fingið sítt upprunaliga navn aftur. 

Starvsmannafelagið keypti bygningin frá landsstýrinum, og seinasta hálva annað árið er bygningurin umbygdur og høvuðsumvældur.

Tað hevði glett okkum at sæð teg fríggjadagin, har tú kanst skoða nýggja bygningin og teir møguleikar, hann hevur.

Umframt røður fer Marius Ziska at framføra nøkur løg, og ábit verður eisini at fáa.

Tiltakið er alment, øll eru hjartaliga vælkomin í Smæruna!

Starvsmannafelagið