Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggja skjóta kanning fyri Listeria monocytogenes

Kanningarstovan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu er góðkend (akkrediterað) at seta i verk eina nýggja skjóta kanning fyri Listeria monocytogenes. Tað er ein stórur fyrimunur við nýggju kanningini, at svar verða send kundum dagin eftir.

BACGene kanningarhátturin er ein kvalitativ - her og nú - PCR kanning, sum verður brúkt til Listeria monocytogenes kanningar í matvørum og umhvørvissýnum. Bæði negativ úrslit og positiv úrslit verða send kundunum dagin eftir - og postiv úrslit verða endaliga tryggjaði og staðfest við dyrking.

Stutta svartíðin kann vera stór hjálp hjá viðskiftafólki, sum ynskja skjót úrslit, eitt nú í sambandi við vask av arbeiðsøkjum.

Nýggja kanningin, sum verður løgd afturat kanningartilboðunum hjá Kanningarstovuni, er validerað av tí óhefta og viðurkenda stovninum AFNOR. Kanningin verður á svarseðlum frá Kanningarstovuni nevnd Afnor EGS 38/03-01/17.