Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggja Nysgjerrigper er útkomið

Í hesi útgávu av Nysgerrigper kanst tú lesa um veður og veðurlag, ið til tíðir kann verða kaotiskt - tað kenna vit alt til í Føroyum.

Les eisini um Ardi, ið er eitt 4,4 milliónir ára gamalt menniskja, sum granskarar hava funnið í Afrika. Og um hvør Ötzi var og hvussu hann livdi í steinøldini fyri 5200 árum síðani.

Harafturat eru greinir um, hvussu skjótt strutssar renna, um ein robott, ið kann týna ókrut, um hvussu nógv kavi larmar og um fossilið Ida, ið Jørn H. Hurum, forverufrøðingur fann á Svalbard.

Jørn H. Hurum var og vitjaði á Vísindavøkuni 2011 í Føroyum, les framløguna hjá honum her Framløgan

http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=17862

Eins og áður eru eisini spurningar, støddfrøði uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.** Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo

Til ber eisini at taka blaðið niður við at trýsta á linkin niðanfyri:

http://nysgjerrigper.no/portal/filearchive/nfr-nysgj-0411-web.pdf