
Foto: Niclas Jessen.
Nýggja neyðtøkuásetingin í revsilógini
1. juni 2022 kemur nýggja neyðtøkuásetingin í revsilógini í gildi
Tíðindi:
Nýggja ásetingin í § 216, stk. 1 í revsilógini um neyðtøku staðfestir at samlega við ein persón, sum ikki samtykkir til tað, er neyðtøka. Lógarbroytingin, sum kemur í gildi 1. juni 2022, hevur eisini við sær, at revsingin fyri m.a. neyðtøku í útgangsstøðinum skal herðast.
Í samband við, at lógarbroytingin kemur í gildi, hevur Føroya Politi hugt nærri at málum um kynslig brotsverk, sum eru skrásett hjá politinum í tíðarskeiðnum 1. januar 2018 til 25. mars 2022.
Hagtølini kunnu síggjast við at trýsta her