Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggja landsstýrið: Danskt er gott

Nú hevur landsstýrið spælt út við tí, sum tað ætlar sær at gera. 

Eitt er greitt: Tað ætlar sær ikki at kvetta nalvastreingin til danska statskassan. Vaskikonurnar á Vesturbrúgv skulu framvegis gjalda sín part av milliardini, sum landsstýrið hevur at spæla sær við.

Hetta er stór skomm. 

Fyri at káva útyvir skal onkur panikkloysn finnast. 

Hvar leggja teir so á?

Sjálvandi á tey, sum eru veikast og ikki gera so nógvan háva. 

Vit vita, at barnafamiljur og ung yvirhøvur eru harðast fyrispent tá ið tey seta búgv. Tá telur hvørt oyra, og tey spenna seg út og eru sera glað tá tey eru flutt inn í síni egnu hús. 

Nú legði landsstýrið stein oman á byrðu hjá hesum fólkum. Tinglýsingargjaldið fer upp við 100%, til tað dupulta. Inntøkurnar vaksa úr 20 til 40 milliónir.

Hetta er eftir danskari fyrimynd. Í Danmørk er hetta gjald ikki eitt hálvt prosent sum hjá okkum, men tveyogeitthálvt prosent. Høvdu vit verið ein partur av Danmørk, so høvdu vit goldið ikki tjúgu, men hundrað milliónir meir. 

Har ger hetta gjald miklan skaða fyri tey ungu. Hvussu ber tað til, at landsstýrið fer at hækka eitt gjald, sum ger so nógv ilt? 

Hví nýta teir ikki heldur høvið til at gera nakað munagott? Samstundis sum teir her leggja eftir teimum ungu barnafamiljunum, hoyra vit at eitt skip verður selt ferð eftir ferð fyri 67 milliónir krónur. Høvdu teir hildið grabbarnar frá tinglýsingargjaldinum og sagt at teir í staðin fyri tóku eitt hálvt prosent av øllum peningaflytingum, so hevði hvør søla av hesum skipi givið landskassanum yvir 300.000 krónur. Nógv bendir á, at eitt slíkt gjald íalt hevði givið meir av sær enn allar skattainntøkur hins almenna eru í dag, og at vit høvdu kunna avtikið bæði inntøkuskatt til land og kommunur, meirvirðísgjld og toll, um vit hildu okkum til núverandi tinglýsingargjaldið og ikki píndu tær ungu barnafamiljurnar við at seta tað upp.

Men hetta vil landsstýrið ikki, tí soleiðis er tað ikki í Danmørk. Hjá teimum er danskt so gott, at føroyskar loysnir ikki kunnu hugsast!

Zakarias Wang