Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggja eftirlønin setur nýggj krøv

Tann 1.januar 2014 kemur nýggj lóg um eftirløn í gildi. Fyri føroyska borgaran hevur nýggja eftirlønarlógin í fleiri førum grundleggjandi broytingar við sær.

Løgtingið samtykti í vár eina nýggja eftirlønarlóg, sum áleggur øllum borgarum millum 21 ár og fólkapensjónsaldur at spara saman til egna eftirløn. Kortini hava persónar, ið eru føddir fyri 1. januar 1954, ikki skyldu til at spara saman til egna eftirløn, men kunnu sjálvboðin spara saman.

Í eftirlønarlógini er ásett, at eftir 1. januar 2014 skal í minsta lagi 1 % av inntøkuni rindast til eftirløn. Talan er um bæði A- og B inntøku. Tað merkir, at fær ein løntakari 25.000 krónur í løn frá sínum arbeiðsgevara um mánaðin, skulu 250 krónur rindast til egna eftirløn. Síðani hækkar eftirlønargjaldið eitt prosentstig árliga til 15 prosent í 2028. Hetta merkir ítøkiliga, at í 2015 hækkar bundna eftirlønargjaldið til 2 %, í 2016 til 3 %, í 2017 til 4 % o.s.fr. til 2028.

Stórur partur av føroysku løntakarunum arbeiða í dag undir starvssáttmálum, sum tryggja teimum eftirløn. Hesi nýtast ikki at hugsa stórvegis um nýggja eftirlønarkravið fyrstu árini, tí tey longu rinda nóg nógv til eftirløn í mun til nýggja lógarkravið.

Slakir 4000 føroyingar hava í dag hvørki eftirlønarkonto ella eftirlønarsáttmála. Eftir árslok er tað ein skylda hjá øllum at stovna eina eftirlønarkontu, sum eftirlønargjald skal rindast á. Tey, sum ikki hava eftirlønarsáttmálar og eftirlønarkontoir skulu stovnað sær hetta innan 31. desember 2013. Upplýsingarnir um eftirlønarsáttmálan og eftirlønarkontoina skulu fólk lata sínum arbeiðsgevara, soleiðis at arbeiðsgevarin kann flyta eftirløn, samstundis sum vanliga lønin verður flutt.

Meira kann lesast um eftirlønina her www.taks.fo