Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggja Eftirlønarlógin einaferð enn!

Havi áður víst á, at nýggja eftirlønarlógin leggur upp til ognartøku av skattaðum peningi  men undrist yvir, at so fá hava givið hesum ans og hava havt eina meining um tað, hóast hon (lógin) helst uppá sigt, kemur at ávirka  nógvar føroyingar reint  fíggjarliga,sí : kapittul 4; §9. stk 2)2) og 3) í nýggju eftirlønarlógini um útgjald. Tað sum kann undra  er hetta,at ein rímuliga stórur partur av teimun 15% av tíni løn, sum tú sjálvboðin  ígjøgnum títt fakfelag hevur valt at nýta til eftirløn,fyri at tryggja tær ein rímuligan aldurdóm,kann um illa vil til,verða  ognartikin av landinum,sí:  §4 stk 2.1)        

DØMI!        
Um tú eigur 1 millión kr á eftirlønarkonto við eftirlønaraldur,stendur í nýggju  eftirlønarlógini,hvussu tað verður tað gjørt upp.Í lógini er eisini ein áseting um,at tú í seinasta lagi 2 mánaðir áðrenn tú verður 67 ár,skal hava gjørt bindandi avtalu við tín veitara um hvussu tú ynskir , at fáa tína eftirløn útgoldna.

Íminsta lagi 45% skal verða útgoldið sum lívslong veiting”lívrenta”
í hesum dømi                              =                                                                   450.000 kr 
Max 15 % kann verða útgoldið sum ”kapital”-útgjald,
í hesum dømi =                                                                                                150.000 kr
Ì mesta lagi 55% kann verða útgoldið sum ”lutaeftirløn”
Í hesum dømi   =                                                                                              400.000 kr.                                                                                                                                                                                
Lutaeftirløn er mánaðarligt útgjald í 10 ár.
Um vit fyrihalda  okkum til,at ein eftirlønarsamansparari sum hevur gjørt avtalu við sín veitara, um hvussu hann vil hava sína eftirlønina útgoldna,og hesin tildømis doyr tá hann er 67ár og 1mdr,verða eftir hesum dømi 450.000 kr ikki útgoldnar,men fella í stóra pott. Í hesum dømi tosa vit um ca 3 árslønir hjá einum handverkara,og hetta er altso skattaður peningur vit tosa um. Hetta má sigast,at verða ein óhugnaligur útviklingur sum fíggjarmálaráðið  stendur á odda fyri, og eftir hesum má eisini staðfestast,at tað ikki er ein sjálvsagdur rættur í dagsins føroyum, at ein eigur sína løn tá skatturin er goldin. Hetta má milt sagt koma undir heiti ”ognartøka” Sí paragraff 4.stk2.1) Spurningurin eg siti eftir við er!    

Er hetta verðuliga loyvt og heilt legalt? 

Sambart orðabókini hjá sprotanum merkir ognartøka,” at  flyta el. taka (sjálvboðið el.tvingað)ogn til tað almenna”,og tað er akkurát tað sum hendir í hesum føri.Fíggjarmálaráði hevur eftir mínum tykki skyldu til, at greiða borgarunum frá,hvat liggur til grund fyri teirra avgerð,og eisini vísa til lógarheimildina fyri avgerðini. Tað er átaluvert,at hetta ikki var gjørt áðrenn lógin var sett í gildi,men var  meir ella minni skrumbla ígjøgnum,av undanfarnu samgongu sum so mangt annað.Her verður í øllum førði,sum ikki eina ferð gjørdur stórur munur á borgarum,tí mær vitandi kunna  tildømis tænastumanna eftirlønir arvast og óneyðugt er at siga, at hesar verða goldnar úr landskassanum.Við ø.o. Lógin leggur upp til,at ein eftirløn íð goldin er úr landskassanum kann arvast, men ikki ein sum borgarin sjálvur/sjálv hevur goldi inn av skattaðum pengum!!!

Sitat úr lógartekstinum.
§ 4. Eftirlønarsamanspararin eigur persónliga sína samansparing, ið er undandrigin ræði hjá eftirlønarsamansparara, og er vard fyri úttøku ella aðrari rættarsókn frá ognarum. Eftirlønarsamansparingin kann ikki avhendast, veðsetast ella verða nýtt sum mótrokning fyri møguligum kravi frá eftirlønarveitara. 

Stk. 2. Eftirløn kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hon er útgoldin. 1) Í minsta lagi 45% skal verða útgoldið sum lívslong veiting, lívrenta, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin leypandi, so leingi tann, sum eigur og hevur stovnað tryggingina, er á lívi, men sum fellur burtur, tá ið viðkomandi doyr. 

2) 2) Í mesta lagi 55% kann verða útgoldið sum lutaeftirløn, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, ið verður útgoldin yvir eitt avtalað tíðarskeið, tó í minsta lagi 10 ár. 
3) Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum kapitalútgjald, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein upphædd, sum verður útgoldin í einum. 

Vónandi er henda samgongan so mikið at sær komin, at henda regla í lógartekstinum verður tikin úr beinanvegin,tí við hesi skipan verða tað helst fleiri borgarar,sum koma at gjalda ein stóran og fjaldan eyka skatt.Ein hevur ilt við at trúgva, at hetta var ætlanin við lógini!,ella er hetta bert eitt úrslit av enn einum illa úr hondum greiddum lógarteksti frá undanfarnu samgongu, livst so spyrts.

Eli Brimsvík.