Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lat alivinnuna fáa frið at arbeiða og menna seg

Hesin spurningur rann fram fyri meg, tá eg nú um dagarnar las tíðargrein í Sosialinum, sum  landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen hevur skrivað. 

Landsstýrismaðurin sigur púra greitt, at arbeitt verður við eini nýggjari alilóggávu.

Fakta um føroysku alivinnuna
Tá eg hugsi, at ætlanin er at gera eina nýggja alilóggávu, so má tað vera tí, at verandi alilóggáva ikki er brúkilig. 

Eg læt tí hugin reika eina lítla løtu um verandi alivinnu, sum er grundað á verandi alilóggávu, og kom eg  til, at:

Føroyska alivinnan er í heimsflokki 
Alivinnan, saman við avvarandi myndugleikanum, arbeiðir javnt og samt við at tryggja lívfrøðiliga
        burðardygd 
Tað gongur væl í alivinnuni 
Føroyski laksurin hevur sera gott orð á sær og verður seldur um allan heim og góður prísur fæst 
        fyri laksin 
Føroyski laksurin verður eisini virðisøktur í Føroyum og langtíðaravtalur við kundar um allan heim
        verða gjørdar 
Íløgur, sum ongantíð áður, verða gjørdar í alivinnuni – íløgur bæði á sjógvi og landi 
Fleiri hundrað fólk arbeiða í alivinnuni 
Nógv arbeiðspláss verða skapt í alivinnuni, og nógv arbeiðspláss eru á veg 
Í alivinnuni er eisini brúk fyri væl útbúnum fólkum 
Nógvar avleiddar vinnur eru í sambandi við alingina 
Føroysk virki framleiða ein hóp til alivinnuna 
Alivinnan stendur fyri einum stórum parti av føroyska útflutningsvirðinum 
Alivinnan letur, í skattum og avgjøldum, fleiri hundrað milliónir í landskassan og kommunukassar 
Alivinnan er sera kapitalkrevjandi vinna við stórum váða 
Vit hava nøkur sterk og vælrikin alifeløg – alifeløg, sum tola búskaparlig sveiggj 

Ongin orsøk til nýggja alilóg
Hví skulu vit nú hava eina nýggja alilóg, tá alivinnan virkar væl og er í blóma, samstundis sum alivinnan er ein av grundsúlunum undir føroyska vælferðarsamfelagnum? Hvør er trupulleikin, má eg spyrja?

Søguliga so eru stór sveiggj í alivinnuni, og tað eru bert nøkur fá ár síðani, at alivinnan ók á knøunum og áhugin fyri at virka í vinnuni var heldur ikki serliga stórur, nei hann var snøgt sagt lítil. Við áræði, dirvi og stórum dugnasemi - frá fleiri pørtum -  er vend komin í, og vit hava í dag eina sera væl virkandi alivinnu.

Eg dugi tí ikki at síggja, at neyðugt nú er við nýggjari alilóggávu, sum sannlíkt fer at broyta grundleggjandi viðurskifti í alivinnuni. 

Eg vil beinleiðis mæla frá hesum, tí hetta fer at órógva og skaða alivinnuna. Lat nú alivinnuna fáa frið at arbeiða og menna seg, nú gongdin er so góð. 

At onkrar smærri tillagingar og smærri dagføringar eru neyðugar, tað vil so vera. Vit eiga eisini at stremba eftir at gera tingini betur. Men í hesum førinum, so eiga vit nú, í staðin fyri at brúka tíð og orku at gera eina nýggja alilóg, heldur at  brúka orkuna til støðugt at virka fyri at tryggja lívfrøðiliga burðardygd í alivinnuni.

Lívfrøðilig burðardygd er sjálvt grundstøðið undir alivinnuni, og er tað ikki til staðar, so verður eingin alivinna.

Magnus Rasmussen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin