Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj útstykking í Hoyvík

Líka síðani 2007 hevur verið arbeitt við at útstykkja við Djúpagil og Millum Gilja í Hoyvík, nú er málið komi somikið langt, at málið er samtykt í byggi og byarskiparnarnevndini, fíggjarnevndini og mikudagin skal útstykkingin í býráði til endaliga støðutakan.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt uppskot til útstykkingarætlan við uml. 30 grundstykkjum á 300 fermetrar og 2 felagsøkjum. Útstykkingin hevur atgongd frá sambindingarvegnum við nýggja innkomuvegin og er skipað í 4 bólkar fram við einum atkomuvegi. Atkomuvegurin hevur gongubreyt báðumegin.

Norðan fyri atkomuvegin er avsett pláss til 1 eyka parkeringspláss pr. matrikul. Innkoyringarnar til bústaðarbólkarnar eru markeraðar við vegbungum. Gøtusamband er til Stórutjørn gjøgnum ein tunnil undir sambindingarvegnum.

Grundstykkini liggja fram við 8 m breiðum vegum uttan kantsteinar. Vatnrennur úr beton er mark millum gongubreyt og koyribreyt. Koyribreytin er 4 m breið.** Ætlanin er at lata liðugt planerað grundstykkir við ásettum byggifelti og planeringshædd.

Gongugøtur eru millum bústaðareindirnar og felagsøkir. Gøturnar hava samband við verandi gøtuskipan.

Ætlanin er at bjóða útstykkingina út til ráðgevarar til projektering.

Hetta er at fegnast um og næsta málið má vera at útviga 400 m2 grundøkir, annars arbeiðir kommunan við at útstykkja í Kollafjørði og í Kaldbak.

Levi Mørk, formaður í byggi og byarskiparnarnevndini

Tórshavnar kommuna