Nýggj útstykking í Djúpagili
Farið verður nú undir at gera skitsuuppskot til útstykking í økinum, har Djúpagil møtir nýggja sambindingarvegnum við nýggja innkomuvegin.
Útstykkingin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi við áum og gilum, sum seinni blíva størri við Djúpagil.
Umsitingin hevur gjørt uppskot til útstykkingarætlan við uml. 30 grundstykkjum á 300 fermetrar og 2 felagsøkjum.
Samtykt er at játta 400.000 kr. til at gera skitsuupskot, kostnaðameting og visualiseringar. Hetta varð einmælt samtykt av býráðnum hóskvøldið.
Kelda: www.torshavn.fo