Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj umboð í stýrunum fyri norðurlendsku húsini og Kulturkontakt Nord

Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett nýggj stýri fyri norðurlendsku húsini og Kulturkontakt Nord fyri 2016-2017. Mentamálaráðið hevur sent tilmæli um limir til ráðharraráðið at velja ímillum.

Tíðindaskriv

Andrea Heindriksdóttir, stjóri í Tórshavnar Musikkskúla, er føroyskt umboð í stýrinum fyri Norðurlandahúsið. Hetta er onnur seta hennara í stýrinum.

Kinna Poulsen, studentaskúlalærari og listaummælari, er nývalt føroyskt umboð í stýrinum fyri Kulturkontakt Nord. 

Rakel Helmsdal, rithøvundur og dukkuteaturstjóri, er nývalt føroyskt umboð í stýrinum fyri norðurlendska stovnin í Álandi.

Varalimir í norðurlendska stovninum í Grønlandi og norðurlandahúsinum í Íslandi eru ávikavist Hedvig W. Kapnas, leiðari fyri Listaleypin, og Urd Johannesen, bókmentaligur samskipari fyri FarLit og handilsskúlalærari.

Føroyar og hini Norðurlondini velja annaðhvørt lim ella varalim eftir fastlagdari skiftisskipan. Føroyar hava fyri tíðarskeiðið 2016-2017 valt limir í Norðurlandahúsið í Føroyum (NHFØ), Kulturkontakt Nord (KKN) og norðurlendska stovnin í Álandi (NIPÅ).  Føroyar hava harumframt valt 3. varalim í norðurlendska stovnin í Grønlandi (NAPA) og norðurlandahúsið í Íslandi (NOREY).

Stýrini virka sum ráðgevandi organ og sparringspartnari hjá stjóranum viðv. strategisku planleggingini. Stýrini verða vald soleiðis:

Í stýrinum eru fimm limir, harav tilmæli um ein teirra altíð verður gjørt í 
        heimstaðarlandinum. Hinir fýra verða tilnevndir til skiftis millum londini. 
Føroyar, Grønland og Áland eru javnsett við hini londini. Tó kunnu sjálvstýrandi 
        londini í mesta lagi hava tveir limir tilsamans í einum stýri.
Tey londini, ið ikki hava lim í stýrunum, velja raðfestar varalimir. 
Stýrislimir og varalimir verða valdir fyri tvey ár í senn og kunnu sita í mesta 
        lagi í trý valskeið.

Meir fæst at vita um norðurlendsku stovnarnar og húsini her:

Norðurlandahúsið: http://www.nlh.fo/
Kulturkontakt Nord: http://www.kulturkontaktnord.org/sv
NIPÅ: http://www.nipa.ax/
NAPA: https://www.napa.gl/
NOREY: http://nordichouse.is/