Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj svimjihøll – spennandi átak

, formaður í

mentamálanevndini í Havn

 

Tað vóru áhugaverd tíðindi, ið næstformaðurin í Havnar Svimjifelag, bar fram hendan dagin: Nýggjan svimjihyl í Gundadali í 2013.

 

Felagið skjýtur upp at byggja eina nýggja svimjihøll við 50 metra hyli vestanfyri núverandi høllina.

 

Nevnt verður, at slíkir bygningar kunnu fáast ódýrari í dag enn áður, og at talan er um eina einfalda høll við mest møguligari endurnýtslu av verandi umstøðum.

 

Umklæðingarrúm, brúsur og hitarúm kunna uttan stórvegis kostnað lagast til at taka ímóti fleiri vitjandi, verður sagt.

 

Millum báðar hallirnar verður skotið upp at gera sonevnt vælveruøki til eitt nú barnakonur, eldri fólk og giktsjúklingar.

 

Gott hugskot

Tað er gott hugskot at útvega Havnini 50 metra hyl, sum lættliga kann skipast um til tveir 25 metra hyljar. Í slíkari  høll eiga vit fyrst og fremst at hýsa skúlasvimjingini og virkseminum hjá svimjifelagnum, meðan almenna svimjingin verður í núverandi snotiligu høll burturav.

 

Ein góð fyrimynd er nýggja 50 metra sundhøllin í Laugardali, sum er ein av mongum svimjihyljum í Reykjavík. Hon lýkur øll altjóða krøv. Dýpdin er tveir metrar, men til ber at lyfta botnin upp í øðrum endanum til 0,7 metra dýpi. Tað er gott fyri brúkarar við serligum tørvi.

 

Greitt er, at okkum tørvar meiri vatn í Havn. Svimjihøllin verður nógv brúkt, og øll sleppa ikki fram at eftir tørvi. Tað ljóðar tó sum ein dreymur, at ein slíkur bygningur kann fáast fyri 35 mió krónur.

 

Víst er kostnaðarmetingin rættiligt søtmeti, men spurningurin er, um hon kann rúma einum fullfíggjaðum projekti.

 

Ókendar útreiðslur

Eitt er at byggja høllina har, ÍSF-húsið stendur í dag. Har skal kommunan óivað rinda eina trivaliga upphædd fyri at beina fyri húsinum.

 

Annað er prátið um at laga umklæðingarrúm og slíkt í verandi høll til eisini at hýsa brúkarunum í nýggju høllini. Tá ið hon verður tøk, verða ætlandi nógv fleiri brúkarar, og teir kunnu neyvan allir trýstast gjøgnum núverandi høll uttan at órógva kringumstøðurnar har.

 

Ikki verður nevnt, hvussu verður við reinsingarútbúnaði, hitaverki og luftskifti. Kann hugsa mær, at tað verður trupult at brúka tann gamla útbúnaðin í núverandi høll í nýggju høllini. Skal tað gerast kortini, verður ætlandi talan um eykaútreiðslur í tillaging.

 

Hinvegin er at vóna, at nakað skjótt verður komið so langt, at ein nýggj høll verður knýtt í hitanetið hjá Fjarhitafelagnum. Tá verður upphitingin annað mál enn ketlar og oljufýringar.

 

Uppskotið sæst ikki fevna um útbúnað til baðiland, sum eisini hevur verið á breddanum. Seta vit av álvara hol á problematikkin nú, má tann spurningurin eisini viðgerast.

 

Gerast av einslistum

Nyttan av at útvega rúmari ræsur til alla svimjing svitast ikki. Hon fer at síggjast aftur í frískum, virknum og væl nøgdum borgarum, ungum sum eldri. Eisini verða venjingarumstøðurnar góðar, og vit kunna á heimavølli bjóða okkum fram til viðkomandi kappingar móti útlendskari svimjielitu.

 

Nú eigur at verða mett gjølla um, hvussu vitt fremja hetta átak í góðum skili, og umráðandi er, at ikki verður miðað eftir onkrum, sum lutvíst kann minna um eina hissini loysn.

 

Høllin skal standa leingi, fer at verða nógv brúkt og má tí, uttan at oyðslað verður, gerast av einslistum eftir nýtíðar byggihátti.