Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj Skúlaskipan í Eysturkommunu

Eysturkommuna hevur í dag boða Mentamálaráðnum frá, at býráðssamtyktin frá 27. juni 2011 nú er endaliga staðfest.

Eysturkommunu býráð samtykti 27. juni 2011, at niðurleggja skúlan í Gøtu og skúlan í Leirvík, so teir kundu endurstovnast aftur undir einari felags skipan.

Eins og fyriskriva í fólkaskúlalógini, so skal avgerðin lýsast í teimum føroysku bløðunum, so borgara hava møguleika at kæra hesa avgerð.

Kærufreistin er sbrt. fólkaskúlalógini 1. mðr. Kærufreistin er nú farin, og kommunan kann staðfesta, at ongin hevur kært hesa avgerð. Tí er avgerðin endalig.

Nógv kjak hevur ta seinastu tíðina verið um skúlaskap í Føroyum. Eysturkommuna hevur allatíð sæð tað sum neyðugt, at skipa skúlanir í kommununi av nýggjum, og undir eina felags skúlaskipan, skúlaskapinum at frama.

Nógv arbeiði er frá kommununar síðu lagt í hetta arbeiði, og kunna vit í dag staðfesta, at kommununar partur hesum viðvíkjandi nú er avgreiddur. Hetta er eisini fult í tráð við tær útsagnir, landsstýriskvinnan í mentamálum hevur borði fram.

Kommununar partur er nú avgreiddur, og vænta vit eisini at MMR avgreiðir síni viðurskiftir sum skjótast, so nýggja skúlaskipanin fær fullan virkna skjótast møguligt.