Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj skipan - tó ikki fyri øll

Nýggja stuðulsskipanin fyri fjarlesandi kemur bert teimum til góðar, sum ikki hava rætt til stuðul frá SU. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sum hevur svara einum §52a fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni.

Í oktober mánaði svaraði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, einum fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um hvør orsøkin er til, at tey ið taka útbúgving við fjarlestri, ikki fáa lestrarstuðul.

Landsstýrismaðurin svaraði at tað eru fleiri orsøkir til at fólk ikki fáa stuðul tá tey lesa fjarlestur, men at landsstýrið arbeiðir við at gera eina skipan fyri hesi, sum ætlandi skal kunna setast í verk í seinasta lagið í august 2014.

Tað løgna við hesum svarinum er, at síðani er tað hent, at Fjarðlestrardepilin í Vági hevur boðað frá, at føroyingar, sum fara undir fjarlestrarútbúgvingar í Danmark, umvegis Fjarlestrardepilin, kunnu fáa 5.753 kr. frá SU um mánaðin. Hetta segði Bjørn Kalsø einki um, tá fyrispurningurin frá Helga Abrahamsen, varð svaraður.

Helgi Abrahamsen setti tí, í arpíl, Bjørn Kalsø ein §52a fyrispurning, fyri at fáa staðfest, um hetta er rætt, og hví arbeitt verður við eini nýggjari skipan, um ein onnur skipan longu er á økinum. Eisini vildi hann hava at vita, um landsstýrismaðurin visti um møguleikan, at fjarlesandi kunnu søkja um SU, tá hann svaraði tí fyrra fyrispurninginum.

Skipan fyri onnur lond enn Danmark

Bjørn Kalsø sigur í svarinum, at tað er rætt sum Fjarðlestrardepilin hevur upplýst, at føroyingar, sum taka fjarlestrarútbúgving í Danmark, kunnu fáa stuðul frá SU. Tann nýggja føroyska stuðulsskipanin til fjarlesandi, sum ætlandi verður klár á sumri 2014, er tí í stóran mun rættað móti teimum, ið lesa fjarlestur aðrastaðni enn í Danmark.

Um orsøkina til at landsstýrismaðurin ikki upplýsti hetta fyri tinginum í heyst, sigur Bjørn Kalsø, at tann spurningurin snúði seg um eina møguliga føroyska fjarlestrarskipan. ”Møguleikin at føroyingar búsitandi í Føroyum, kunnu fáa danskt SU, varð ikki viðgjørdur,” sigur landsstýrismaðurin.

”Tað undrar meg, at landsstýrismaðurin ikki upplýsti hetta, tá tann fyrri fyrispurningurin varð svaraður, sigur Helgi Abrahamsen, sum vísir á, at landsstýrismaðurin nevndi fleiri ferðir undir tí orðaskiftinum, at føroyingar sum lesa uttanfyri Norðurlond kunnu fáa pening úr ÚSUN-skipanini. Tí heldur hann tað vera løgið, at landsstýismaðurin einki nevndi um møguleikarnar við SU.

Helgi Abrahamsen