Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj skipan, har ein onnur longu er frammanundan

”Hví verður ein nýggj føroysk skipan gjørd viðvíkjandi lestrarstuðli til fjarlesandi, um so er at ein onnur skipan longu virkar á økinum?” Millum annað hetta vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Bjørn Kalsø, landsstýrismann, at svara.

1. Er tað rætt, sum upplýst er frá Fjarlestrardeplinum í Vági, at føroyingar, sum fara undir fjarlestrarútbúgvingar í Danmark, kunnu fáa 5.753 kr. í lestrarstuðli (SU) um mánaðin?

2. Hvussu langt er arbeiðið komið at gera eina føroyska stuðulsskipan fyri fjarlesandi?

3. Hví verður ein nýggj føroysk skipan gjørd, um so er, at ein onnur skipan longu virkar á økinum?

4. Visti landsstýrismaðurin um møguleikan, at fjarlesandi kunnu søkja um SU, tá hann svaraði einum fyrispurningi um hesi viðurskiftini á tingfundi tann 10. oktober 2012?

Hesum spurningunum vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Bjørn Kalsø, landsstýrismann, at svara.

Helgi Abrahamsen vísir til ein munnligan fyrispurning, sum hann setti landsstýrismanninum í heyst. Tá bleiv Bjørn Kalsø spurdur, hvør orsøkin er til, at tey ið taka útbúgving við fjarlestri, ikki fáa útbúgvingarstuðul, og um landsstýrið arbeiðir við at broyta stuðulsskipanina, soleiðis at fjarlesandi eisini kunnu fáa útbúgvingarstuðul.

Landsstýrismaðurin svaraði at tað eru fleiri orsøkir til at fólk ikki fáa útbúgvingarstuðul tá tey lesa fjarlestur, men at landsstýrið arbeiðir við at gera eina skipan fyri hesi, sum ætlandi skal kunna setast í verk í seinasta lagið í august 2014. Ein orsøk til at skipanin ikki kann fáast at virka fyrr enn í 2014 segði landsstýrismaðurin vera, at hann hevur avmarkaða fígging til at fáa eina slíka skipan gjørda.

Men í tíðindaskrivi tann 17. apríl 2013 boðar Fjarðlestrardepilin í Vági frá, at føroyingar, sum fara undir fjarlestrarútbúgvingar í Danmark, umvegis Fjarlestrardepilin, kunnu fáa 5.753 kr. í lestrarstuðli (SU) um mánaðin, um so er, at útbúgvingin er góðkend av SU.

”Tað undrar undirritaða, at landsstýrismaðurin ikki upplýsti hetta, tá fyrispurningurin varð svaraður á tingfundinum tann 10. oktober 2012. Eisini tykist tað løgið, at landsstýrismaðurin sigur seg arbeiða við at gera eina nýggja skipan, um so er, at ein líknandi skipan longu finst frammanundan,” sigur Helgi Abarhamsen. Hann ivast tí í, um landsstýrismaðurin visti um skipanina, tá hann svaraði fyrispurninginum, og hevur nú sett landsstýrismanninum ein §52a fyrispurningin um hetta.

§52a fyrispurningar verða bara svaraðir skrivliga, og verða ikki viðgjørdir á tingfundi.