Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj skeltir við landsvegir

SÓLJULEIÐIR: Seinastu trý árini hevur Landsverk arbeitt við at betra um skeltingina á landsvegakervinum. Serliga eru tað vegvísingarskeltini, men eisini vanligu ferðsluskeltini verða dagførd, eins og nýggj skeltir til ferðafólkaleiðir verða sett upp.

Í ár er ætlanin at skifta øll skeltini í Sandoynni. Ferðsluskeltini eru longu skift, og eisini er stovnurin farin undir at skifta út skelti til ferðafólkaleiðir – sonevndar ”sóljuleiðir”. Til dømis gamla farleiðin um Hestin, um Hovsegg, um Eiðisskarð, Oyggjarvegin og so framvegis.

Harafturat verða nøkur skelti á høvuðsvegakervinum skift, eins og øll veganumrini á verandi skeltum verða dagførd.

Herfyri bórust tíðindi um, at ALS og Ferðaráðið hava sett í gongd eina verkætlan, har tey í gongd við at betra um merkingina á landsvegunum í samstarvi við Landsverk. Stovnurin hevur luttikið á einum fundi við hesar partarnar og heldur tað vera eitt gott hugskot, at meiri verður gjørt fyri at betra um upplýsingina til ferðafólk, so náttúran í størri mun kann gagnnýtast. Serliga við tí fyri eyga at nýta okkara aldargomlu gøtuskipan, sum er umleið 1.100 kilometrar long.

Landsverk hevur einki beinleiðis við verkætlanina við gøtuskipanini at gera, uttan at stovnurin liggur inni við tilfari at gera karmar um skeltini. Landsverk vil í tann mun tað ber til, og har fíggjarlig orka er til staðar, betra um atgongdina frá landsvegum til verandi gøtur. Eitt nú við dvalavikum, betring av parkeringsviðurskiftum eins og at vísa á egnaðar og vakrar ferðafólkarutur; t.e. sóljuleiðirnar. Hetta eru alt átøk, sum mælt verða til í nýliga dagførdu "Samferðsluætlan 2012-2024."

Settar verða millum 200 og 300.000 krónur árliga av til skelting og tílíkt. Ætlanin er at gera hetta í tráð við tær grundreglur innan hetta økið, sum eisini eru galdandi í grannalondunum. Tó er talan um eitt víttfevnandi arbeiði, sum við verandi játtan fer at taka upp í fleiri ár.