Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj siglingarleið inn á Skálafjørðin

FARLEIÐ: Alingin á Kollafirði og Tangafirði verður víðkað við einum aliøki út fyri Nesi. Hetta merkir, at siglingarleiðin inn á Skálafjørðin nú verður broytt.

Sum siglingarleiðin er frá Eystnesi og fram við landi inn ímóti Skalafjørðinum, ber ikki til at fáa líkinda aliøki fram við Neslandinum.

Landsverk hevur tí kannað møguleikarnar fyri at leggja siglingarleiðina inn á Skálafjørðin longri frá landi fyri at fáa pláss fyri alivirksemi. Í hesum sambandi hevur stovnurin ráðført seg við millum annað Søfartstyrelsen og Kongshavnar Havn.

Úrslitið av hesum er ein ætlan, sum í høvuðsheitum fevnir um, at ljósvinklarnir á vitanum á Toftum suðureftir verða sløktir. Ístaðin verður nýggjur vinkulviti settur upp á Strondum til at marka siglingarleiðina inn á Skálafjørðin sunnanífrá.

Bakgrundin fyri ætlanini er broyting av kunngerð nr. 134/2009 um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum merkir, at sjóøkið millum Kaldbaksnes, Raktanga og Eystnes verður lagt afturat alifjørðinum Kollafjørður-Tangafjørður. Síðani hevur loyvisfyrisitingin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fingið umsókn um aliøki út fyri Nesi.

Aliøki kunnu við hesum leggjast fram við Nes-landinum við hóskandi frástøðu til nýggju siglingarleiðina. Somuleiðis skulu bátar kunna sigla millum land og alistøðina.

Broytingin av siglingarleiðini inn á Skálafjørðin er send til hoyringar hjá viðkomandi havnamyndugleikum, kommunum, loðsbólki, Sjóvinnustýri og Vørn.