Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj Ph.D. verkætlan um krabbamein í Føroyum

Tann 1. mars byrjaði Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, eina nýggja Ph.D. verkætlan, sum er stuðlað av Team Rynkeby, Krabbameinsfelagnum og Sjúkrakassagrunninum. 

Verkætlanin strekkir seg yvir 3 ár, og er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Ílegusavnið.

Endamálið er at lýsa krabbamein í Føroyum bæði yvirskipað, men eisini í smálutum, eitt nú at kanna samband millum krabbamein og aldur, bústað, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina og hvussu krabbamein tyrpist innan familjur. Barnakrabbi hevur eitt serligt fokus í verkætlanini, og endamálið er at gera eina yvirskipaða lýsingina av barnakrabba í Føroyum og herumframt at gera serstakar kanningar innan barnakrabba.

Hetta er fyrsta stig í eini størri ætlan um at menna gransking innan krabbamein í Føroyum og at fáa eina savnandi granskingarstrategi innan hetta økið. Hendan verkætlan fer at slóða veg fyri komandi verkætlanum, tí skráirnar verða gjørdar meira brúkbarar og verða valideraðar í hesi verkætlan. Umframt ta sjálvsøgdu vitan um krabbamein, ið tørvur er á við atlit til at leggja ætlanir og fyribyrgja, fer granskingarverkætlanin at viðføra økta vitan, sum fer at føra við sær heilsufyrimunir fyri fólkið.​