Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj Orka á G! skránna

Orka gevur í dag nýtt kykmyndalag út, og samstundis kunnu vit kunngera, at bólkurin kemur á G! Festivalin at spæla.

Orka gav í juni sína 4. útgávu Leipzig út, bert í Föroyum, í restini av heiminum kemur hon út í august. 
Lagið “Leipzig III - We Have Fallen Into Each Other”, ið kemur út sum kykmyndalag í dag er av flöguni, og Kirstin Helgadóttir hevur framleitt kykmyndalagið.

Tá ið Orka varð sett á stovn í 2006 blivu ljóðförini bygd á einum bóndagarði Innan Glyvur. Síðani tá hevur Orka havt konsertir og spælt á festivalum um allan heim og samstarvað við kend növn so sum Yann Tiersen, LV, Oktopus, Gretu Svabo Bech, Eivör og Teitur.

Hóast byrjanin kundi tykjast sera bygdaslig, so hevur Orka vakt ans á altjóða tónleikapallinum, og bólkurin er vorðin alsamt meira altjóðagjördur, tó við rótunum djúpt festum í umhvörvinum har bólkurin fyrst spretti. Hetta er ein samanrenning, ið er heilt serlig og sum vit gleða okkum til at uppliva á G!.

Nýggja flögan er skipað sum eitt samlað verk har lögini virka bæði stök og sum ein eind. Lögini á nýggju útgávuni eru tikin upp runt í heiminum.

Helvtin av upptökunum eru gjördar í eini gamlari kykmyndahöll í Leipzig í Týsklandi. Hetta er eitt höli frá tíðini fyri seinna veraldarbardaga.

Eisini hevur Orka tikið partar av flöguni upp í París, New York, eini lítlari kirkju í Sibrandahûs í Hollandi, á einum báti í Hong Kong og á eini tokstöð í Bombay. Upptökurnar blivu lagdar til rættis í upptökuhöli í London, meðan ljóðblandað varð í Stökumörk, Innan Glyvur. So flögan hevur ikki bert ein altjóða dám, men er serstakliga altjóða.

Til framförsluna verða eyðkendu ljóðförini og dökka ljóðmyndin hjá Orka tikin inn í ein nýggjan elektroniskan heim við endurljóði úr ymsum elektroniskum subgenrum. Á pallinum vera Jens L. Thomsen, ið hevur gjört sær eitt nýtt borð við elektronikki til konsertina, eisini verður Högni Lisberg við, umframt Kristin Helgadóttir, ið skapar visuellu pallmyndina.

Onkur gestatónleikari verður eisini.

Atgongumerkjasölan til G! gongur annars væl, og við növnum sum Sister Sledge, Nabiha, Moddi, Týr, Kaleo, Byrta, Brynjolfi, Mendoza, Malk De Koijn, Símun Konoy, Swangah, Snowgoons, Gretu Svabo Bech og mongum öðrum, er longu greitt, at G! aftur í ár er tónlistarliga nógv tann mest umfatandi festivalurin í föroyska summarinum.

Mánakvöldið á miðnátt fer prísurin á G! atgongumerkjum upp. Tí eru vit uttanfyri Expert í SMS fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin frá kl. 10.

Brúka hendan seinasta möguleika at spara pengar, áðrenn prísurin fer upp.

Atgongumerki fáast eisini á heimasíðuni gfestival.fo, á störru Magnstöðunum, umframt í Tutl og Vodafone í Havn.

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=PBbnJaTs2zI]