Nýggj nevnd í Ferðavinnuni í Eysturoy
Tíðindaskriv: Skipaða ferðavinnan í Eysturoy sá dagsins ljós einaferð tíðliga í 1990’unum, tá ein áhugabólkur varð settur,sum skuldi skipa fyri eini lýsing av allari oynni. Fyri at koma hesum tørvi á møti, samdust ferðavinnuáhugabólkar í oynni um at seta á stovn ein felagsskap, sum meira skipað skuldi røkja eina kunningartænastu fyri alla Eysturoy. Við reiðiliga stórari undirtøku sá økisfelagið - Ferðavinnan í Eysturoy – soleiðis dagsins ljós á vári 1995.
Í limaskapinum eru útbjóðarar av ferðavinnu í økinum, umframt allar kommunurnar í oynni og norður streymoy.
Nevndin hevði sín fyrsta fund eftir aðalfundin týskvøldið 23.11.2011. Eitt av punktunum á skránni var skipan av nevnd.
Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Formaður, Hákun Andreasen
Næstformaður, Óla Kristian á Torkilsheyggi
Skrivari, Dánjal Vang
Kassameistari, Bjarni Kjeld
Nevndarlimur, Hanna Jensen
Nevndarlimur, Eirikur Sune Danielsen
Nevndarlimur, Hans Dávid Dam
Tiltakslimur, Elin á Torkilsheyggi
Tiltakslimur, Páll Rói Poulsen
Nýggja nevndin er spent at fara til verka saman við kunningarstovunum í Eysturoy. Nøkur av punktunum Ferðavinnan í Eysturoy ætlar at arbeiða við eru framleiðsla av nýggjum pakkaleiðslum og hvussu vit strukturera marknaðarføringina.
Ferðavinnan í Eysturoy tekur fegin ímóti skrivum og áheitanum frá øllum áhugaðum, sum kunnu takast upp til viðgerð.