Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj lóg avmarkar trúarfrælsi

Forsetin í Kasakstan hevur undirskrivað eina lóg, sum ger støðuna hjá teimum kristnu í landinum munandi verri.

KASAKSTAN: Í oktober skrivaði forsetin í Kasakstan, Nursultan Nazarbaev, undir eina lóg, sum ger umstøðurnar hjá teimum kristnu í landinum verri.

Sambært tíðindastovuni Forum 18 kann tað merkja, at mong nýggj trúarsamfeløg, sum higartil hava virkað lógliga, ikki longur kunnu gera tað.

Nýggja lógin inniber millum annað, at prestar skulu lata videoupptøkur av sunnudagsgudstænastuni á býráðsskrivstovuna og til fregnartænastuna hvønn hósdag.

Harafturat skulu teir lata inn skrivliga frágreiðing um alt kirkjuligt virksemi hvørja viku, íroknað skrá og ætlanir fyri næstu vikuna. Eisini skal latast eitt yvirlit yvir allar leiðararnar í kirkjuni.

Upprunaliga ein frístaður

Í árunum eftir at Sovjetsamveldið fall í 1991 gjørdist Kasakstan meira vesturlendskt sinnað. Teir fóru undir marknaðarbúskap og borgararnir fingu mong frælsisrættindi, millum annað trúarfrælsi. Landið hevur tí verið kent sum ein kirkjuligur frístaður, samanborið við grannalondini.

Nýggja lógin kann merkja eina munandi versnandi støðu hjá teimum kristnu í landinum. Mong trúarsamfeløg kunnu ikki longur virka á lógligan hátt.

Kelda: www.trubodin.fo