Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj læknamiðstøð í Tórshavn er mannað

Nýggja læknamiðstøðin í Havn, sum Tórshavnar kommuna skipar í bygninginum hjá Miðlon við Hoyvíksvegin, er nú mannað. Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum hevur sett kommunulæknarnar, ið allir eru serlæknar í almennum medisini.

Kommunulæknarnir í nýggju læknamiðstøðini verða Dánjal Petur Højgaard, Guðrun Zachariasen, Kári Jacobsen og Katrin Danielsen.

Hølini í Miðlon verða í løtuni umbygd og standa klár beint eftir summarfrítíðina, upplýsir Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Nýskapan innan kommunulæknaøkið

Nýggja læknamiðstøðin í Miðlon er eitt nýbrot innan kommunulæknaøkið. Tætta og góða samstarvið millum Heilsumálaráðið og Tórshavnar kommunu leggur lunnar undir, at kommunulæknarnir koma at arbeiða í einari sokallaðari felags viðtalu, har grundsúlurnar eru tætt samstarv ímillum læknarnar og góð tænasta til borgararnar.

Hesin arbeiðsháttur – at samstarva um eina felagsviðtalu – er eitt av tilmælunum, sum arbeiðsbólkurin, sum skrivaði Álitið um nýggja kommunulæknaskipan í 2010, skeyt upp. Fyrsta royndin at skipa eina felagsviðtalu varð sett í verk í Klaksvík í fjør. Hetta hevur víst seg at virka avbera væl fyri bæði læknar og borgarar.

Við nýggju læknamiðstøðini í Miðlon hevur Tórshavnar kommuna tikið stigið fult út og frá grundini innrættað nýggju hølini, sum eina felags viðtalu. Hetta kann fara at blíva leisturin fyri, hvussu farast skal fram aðrastaðni.

Nýggjur lækni í Berjabrekku Í Havn hava fleiri borgarar verið uttan tilknýti til fastan kommunulækna, av tí at kommunulæknaviðtalurnar hava verið fullteknaðar í langa tíð. Hetta hevur havt við sær, at tvey nýggj størv eru normerað í Tórshavn.

Í nýggju læknamiðstøðini hjá Tórshavnar kommunu fara fýra kommunulæknar at starvast, og er tí lutvíst talan um innanhýsis flyting og nýggj størv.** Flytingin av starvsstaði hjá Katrini Danielsen merkir, at starvið í viðtaluni í Berjabrekku varð tøkt; Freddie Poulsen er settur í hetta starvið.

Sandoyar læknadømi

Dánjal Petur Højgaard verður ein av læknunum í læknamiðstøðini, frammanundan hevur hann verið einastur setti læknin í Sandoynni. Heilsumálaráðið fer at lýsa starvið leyst og arbeiðir við eini loysn, soleiðis at borgarar í Sandoyar Læknadømi eisini framyvir fara at hava tryggjaða fasta kommunulæknatænastu.

Vegna Heilsumálaráðið og Tórshavnar kommunu

Karsten Hansen, landsstýrismaður

og Heðin Mortensen, borgarstjóri