Nýggj krøv frá Kina til útflutning av føroyskum fiskavørum
Kinesisku myndugleikarnir krevja at nýggj heilsuváttan á fiskavørur til Kina skal setast í verk innan nýggjár. HFS arbeiðir í løtuni við at fáa hesi viðurskifti í rættlag.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur móttikið bræv frá kinesiska myndugleikanum (GACC) um fleiri krøv í samband við útflutning av føroyskum fiskavørum til Kina.
Kinalistin
Virkir og skip, sum útflyta til Kina, eru á einum góðkendum lista. Nú skulu eisini rávøruveitarar og landingarmiðstøðir á kinalistan. Øll á kinalista skulu upplýsa árliga framleiðslunøgd, og hvussu nógv av hesari er útflutt til kinesiska marknaðin.
Heilsuváttan
Kinesisku myndugleikarnir krevja, at nýggj heilsuváttan skal setast í verk innan 01.01.2021. Henda váttar, at virkir og skip fyribyrgja, at fiskavørur ella pakningur er dálkað við koronu. Um virkir keypa fisk frá útlendskum skipum, skulu eisini hesi skip vera góðkend í Kina.
Virkir og skip, sum ynskja heilsuváttan til Kina, skulu fylgja vegleiðing frá FAO/WHO "Covid-19 and food safety: guidance for food buisnesses" dagfest 7 apríl 2020, sí slóð
Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiðir við at dagføra kinalistan og heilsuváttan til Kina, men enn er hetta ikki endaliga góðkent av kinesiska myndugleikanum.
---------
Nýgg krøv frá Kina, grundað á korona, til útflutning av føroyskum fiskavørum.
Kinesiski myndugleikin
General Administration of Customs of China ( GACC).